Ivi um, hvat Ísrael ætlar

Ein ísraelskur ráðharri hevur sagt, at palestinski leiðarin, Yasser Arafat, skal rekast í útlegd, men ein annar avsannar, at tað er ætlanin

Miðeystur
Árni Joensen:

Síðani hósdagin hevur ísraelski herurin kringsett høvuðsstøðina hjá Yasser Arafat í býnum Ramallah á Vestara Áarbakka, og fleiri av bygningunum eru síðani lagdir í sor.
Spurningurin hevur verið, hvat ísraelsmenn ætla við átakinum, men sunnudagin kom Weizman Shiri, varaverjumálaráðharri við einum svari, tá hann segði, at herurin fer ikki at gera Arafat nakað mein ella at taka støð hansara, men at ætlanin er at noyða palestinska leiðaran at gera av, hvagar hann ætlar sær at fara.
Weizman Shiri segði hetta í samrøðu við ísraelska sjónvarpið, men bert fáar tímar seinni segði Shimon Peres, uttanríkisráðharri við amerikanska sjónvarpið CNN, at Ísrael fer ikki at reka Arafat av landinum.
? Vit hava ongar ætlanir um at vísa honum burtur. Vit ætla heldur ikki at beina fyri honum. Men vit vilja hava prógv fyri, at hann hevur tamarhald á sínum egnu. Kann hann ikki tað, mugu palestinar fáa eina nýggja leiðslu, segði Peres.
Amerikanska stjórnin hevur sagt, at ísraelska avgerðin at kringseta høvuðsstøðina hjá Arafat fer ikki at gera enda á palestinsku sjálvmorðsatsóknunum í Ísrael. Men ísraelska stjórnin sýtir fyri at taka herin aftur. Stjórnin sigur, at tjúgu palestinar, sum eru undir illgruna fyri yvirgang, hava leitað sær skjól á støðini hjá Arafat, og teimum vilja ísraelsmenn hava fatur á. Arafat hevur svarað, at menninir verða ikki útflýggjaðir.
47 aðrir palestinar hava givið seg yvir til ísraelska herin í Ramallah.