Viðmerking
Nú kappingarárið í flogbólti er liðugt og oyggjaleikirnir nærkast, eru landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum farin undir at fyrireika seg til Oyggjaleikirnar.
Áðrenn tað var boðað nøkrum leikara at koma til venjing, ringdi Jesper Brix, landsliðsvenjari, til undirritaða fyri at hoyra, hvussu gekst og hvørjar ætlanirnar undirritaði hevði við landsliðnum. Undirritaði gleddist um at hoyra, at Jesper Brix aftur skuldi verða venjari í ár. Jesper var venjari í 1999 til oyggjaleikirnar í Gotlandi. Jesper var eisini venjari hjá elitiliðnum hjá Frederiksbergvolley 2001, tá undirritaði leikti við teimum tríggjar teir síðstu dystirnar í kappingarárinum. Jesper er ein sera góður venjari, ið kann tilføra føroysku leikarum nógv gott.
Tá ið Jesper ringdi til undirritaða, var ikki møguligt hjá mær at geva honum eitt endaligt svar um mínar ætlanir. Eg bað um at fáa longri skoðbrá til at tilrættisleggja við familju og skúlafelagum, soleiðis at eg kundi røkja bæði landslið, skúla og ikki minst familju á ein nøktandi hátt. Undirritaði lat tó ongantíð iva verða um sín hug til landsliðsluttøku.
Jesper segði seg hava hoyrt, at undirritaði var komin í illstøðu við FBF. Víðari segði Jesper, at hann ikki kundi lova undirritaða pláss á landsliðnum, hóast hann sjálvur vildi hava undirritaða við.
Orsøkin til illstøðuna
Undirritaði leikti við Fram ímóti Mjølnir tann 22. des.?02. Eftir dystin ákærdi Mjølnir Fram fyri at hava nýtt ein ólóligan leikara. Grundgevingin var tann, at Sigmund av Teigum (undirritaði) ikki hevði yvirhildið ein mánaða leikbannið frá tí donsku kappingini, sum krevst tá ið leikarar skifta felag. FBF afturvísti kæruni í fyrsta umfari, men endin varð at Mjølnir kærdi til dómsnevndina og fekk viðhald vegna vitnisfrágreiðing frá danska dómarinum, ið kundi prógva at eg leikti tann aktuella dystin. Sostatt vann Mjølnir kæruna. Fram bleiv dømt til at tapa dystin, sum teir høvdu vunnið ímóti Mjølnir. Eftir hetta avgjørdi Københavns Volleyball Kreds (KVBK), at ÍF-Føroyar somuleiðis skuldi tapa teirra dyst tann 7. des. ?02, sum teir eisini høvdu vunnið og geva undirritaða tríggjar dystir leikbann.
Feløgini vóru vælvitandi um støðuna
Undirritaði meldaði seg úr ÍF-Føroyum ein mánað áðrenn dystin ímillum Fram og Mjølnir, fyri at kunna leika við Fram um jólini. Leikararnir á ÌF Føroyar liðnum bóðu meg um at leika við teimum 7. des.'02 (undir følskum navni), við tí vanda, at tað eftir teirra tykki(og mongum øðrum) ikki kundi fáa fylgir fyri nakran annan enn ÍF-Føroyar, og tað vildu teir gjarna seta uppá spæl. Tað skal leggjast aftrat, at eg vildi bert leika við ÍF-Føroyum, um allir vóru samdir um hetta, og tað vóru teir. Fram visti somuleiðis eisini av støðuni og metti, at tað fór ikki at blíva nakar trupulleiki fyri Fram. Her skal tó sigast, at tað nokk ikki vóru allir í Fram, sum vistu av hesum undan dystinum í desember mánaði, men allir Fram-leikararnir vóru greiðir yvir tað til mjølnirkappingina, har leikarafundur varð hildin frammanundan um eg skuldi leika við ella ikki.
Formaður ella einavaldsharri
Grundin til, at FBF afturvísti kæruni frá Mjølnir var, at teir høvdu einki prógv fyri, at tað var hald í kæruni. Niclas Joensen, formaðurin í FBF, bleiv settur at taka sær av málinum, tí at hinir báðir í nevndini hjá FBF vóru limir í ávíkavist Mjølnir og Fram og vóru sostatt innhabilir.
Eftir øllum at døma hevur hetta málið kravt mikla orku frá Niclasi Joensen. Tá ið undirritaði ringir til hann, eftir at hava tosað vi_ Jesper Brix á fyrsta sinni, fyri at hoyra um málið fær nakrar fylgir fyri seg í landsliðshøpi, svarar Niclas soleiðis aftur: ? Fyri mínari skyld kanst tú fyrireika so galið sum tú vilt, tú oyðilegði mær nýttárið og tað vóru tveir dagar, sum eg nýtti uppá hatta málið, sum eg ikki fekk refunderað, so eg leggi einki í, um eg eri tvørur, teg ætli eg mær einki at gera fyri, og annars so eru tað tríggir sum skulu taka støðu til hvørjar fylgir tað fær, meira havi eg ikki at tosað við teg um, FARVÆL!!!!?, og so legði formaðurin í FBF, Niclas Joensen, hornið á.
Eftir sum Niclas segði, at teir vóru tríggir, sum skuldu taka avgerðina, ringdi undirritaði alt fyri eitt til Magnus Tausen og Trygva Poulsen ? hinar bá_ar nevndarlimirnar í FBF. Magnus segði, at hann metti málið verða liðugt, og hann metti ikki, at tað átti at fingið fylgir fyri landsliðsluttøku. Trygvi segði, at FBF ikki hevði viðgjørt málið, og dugdi sostatt ikki at siga nakað ítøkiligt um tær møguligu persónligu fylgjurnar. Trygvi var samdur við undirritaða um, at málið var drigið alt ov langt út, og at undirritaði sjálvsagt hevði rætt til at fáa at vita, hvørja støðu FBF hevði. Trygvi legði tó aftrat, at tað nú ikki mundi fara at verða so galið, tá ið tað kom til stykkis og lovaði at skunda undir eina avgerð. Hann kundi tó ikki lova at svar kom innan tveir dagar vegna vikuskiftið, men ein av fyrstu døgunum í komandi viku. Her skal leggjast afturat, at enn hevur undirritaði einki svar fingið frá FBF uppá fyrispurningin.
Vegna ósamsvarandi úttalilsi frá teimum trimum nevndarlimunum í FBF, valdi undirritaði at ringja til hjálparvenjaran á landsliðnum, Suna Hansen, fyri at hoyra hvørja støðu, hann hevði til málið. Hann helt, at dómurin sum var sagdur í málinum var rættur, men helt tó ikki, at tað skuldi fáa landsliðsfylgjur.
Við omanfyri standandi fyri eyga er ikki trupult at síggja, hvør hevur havt avgerandi orðið í hesum málið. Okkurt bendir á, at tað ikki er neyðugt við fleirtalið, tá ið avgerðir skulu takast í FBF. Undirritaði er sjálvandi harmur um, at hava sent FBF-formannin til arbeiðis á nýggjárinum, men harmast somuleiðis um, at maður í so høgum sæti sum Niclas Joensen er so nærtakandi og letur sínar kenslur ráða, tá ið avgerðir skulu takast, heldur enn at nýta vit og skil.
Var við í uppruna hópinum
Suni Hansen hevur sagt við ein av úttiknu landsliðsleikarunum, at undirritaði var við á uppruna listanum til bruttolandsliðið, men varð tikin av aftur listanum. Hví so var er torført at meta um. Alt tos um at talan er um ein pengaspurning má afturvísast við tí grundgeving, at pengar vórðu settir av til at gjalda Steinar Eirikstoft heim úr Danmark til at venja við landsliðnum, men vegna avboð frá Steinar, átti pengar at veri tøkir til ferðaútreiðslur.
Brix tikin av ræði ella óseriøsur
Tað eru heili sjey ÍF-Føroyar leikarar, sum áður hava verið á landsliðnum. Hóast tað, hevur Jesper Brix landsliðsvenjari ikki gjørt sær stóran ómak fyri at hyggja eftir leikarum úr ÍF-Føroyum. Einasta dystin hjá ÍF-Føroyum, Jesper hevur sæð, er ein gomul 30 min. sjónbandaupptøka frá heimasíðuni hjá ÍF-Føroyum, ið Jesper segði seg ikki kunna gera nakra meting út frá, tí hon var so vánaligt upptikin. Jesper hevði møguleikan at síggja fleiri landskappingardystir hjá ÍF-Føroyum, men nýtti ongantíð høvi til tess. Einasta ferðin, hann vísti seg, var til eina venjing eitt mánakvøld eftir møtumiklan dyst sunnudagin frammanundan. Jesper sendi stutt eftir hetta ein mail til undirritaða, har hann skrivaði, at hann var keddur av at siga, at undirritaði ikki var úttikin til brutto-landsliðið, samstundis sum hann viðgekk, at avgerðin var tikin út frá einum smølum grundarlagi.
Niðurstø_a
Tað er torført at skilja, hví kappingarreglurnar hjá FBF skulu gera tað so torført fyri føroyingar, ið leika flogbólt uttanlanda, at vísa seg heima í Føroyum, tá ið landsliðsvenjarin ikki fær løn fyri eisini at hyggja eftir leikandi útisetum.
Eisini er torført at skilja, hví áður nevnda mál, verður lýst sum eitt persónsmál av FBF og fjølmiðlamanninum, Sveinur Tróndarssyni. Sveinur skrivaði enntá í síni grein í februar, at hann eftir miseydnaða roynd at fáa fatur á undirritaða, fór at ringja aftur til hann seinni. Her skal sigast, at telefon-nummarvísarin avdúkaði, at Sveinur hvørki tá ella síðani hevur roynt at fingið fatur á undirritaða. Undirritaði er dømdur av bæði FBF og Sveini Tróndarsyni, og er ongantíð sloppin at lýsa málið frá sínari síðu. Aftur eitt lýsandi dømi um vánaligan fjølmiðlasið, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur átalað í seinastuni.
Við hesum er málið nú eisini lýst frá síðu undirritaða.
At enda vil eg fegin nýta høvið at ynskja teimum 12 leikarunum, ið eru úttiknir at umboða føroyska manslandsliðið á Guernsey, hjartaliga tillukku við úttøkuni. Undirritaði hevur spælt á liði við flestu av teimum, ið manna hetta landsliðið, og veit tískil at teir allir skara framúr á leikvølli. Sjálvsagt er undirritaði harmur um ikka at fáa møguleikan at stuðla teimum á leikvøllinum. Góða eydnu og drívið á. Tað verður spennandi at fylgja við ítróttartíðindunum frá oyggjaleikunum komandi summar.
Við flogbóltskvøðu
Sigmundur av Teigum