Rio Ferdinand hjá Manchester United noyddist skaddur av vøllinum, tá teir í gjár spældu hálvfinalu móti Arsenal. Talan var um kroyst rivjabein, og tað kann í ringasta føri bera steðg upp á fleiri vikur við sær. - Sjálvandi vóna vit, at at einki er brotið, men í ringasta føri kann hetta merkja ein steðg upp á tvær til tríggjar vikur, segði Sir Alex Ferguson við ensku miðlarnar eftir dystin.










