Russiskir fjølmiðlar halda ikki, at tað var trygdartænastan FSB, sum eitraði ein fyrrverandi KGB-mann í London ella fyrrverandi forsætisráðharran Jegor Gajdar.
Jegor Gajdar hevur tað betri nú, eftir at hann fall í óvit á einum fundi í Írlandi seinasta fríggjadag.
Vesturlendskir fjølmiðlar hava nevnt, at hetta málið kann hava samband við tilburðin við fyrrverandi KGB-manninum Alexander Litvinenko, sum doyði av eitran í London í síðstu viku. Teir vísa á, at Litvinenko hevði lagt Vladimir Putin, forseta undir at hava skipað fyri atsóknum í Moskva og givið kekenskum uppreistrarmonnum skyldina.
Men óheftir russiskir fjølmiðlar halda ikki, at Putin ella FSB hava nakað við teir báðar tilburðirnar at gera. Teir siga, at Putin fær einki gagn av at eitra Jegor Gajdar, og Alexander Litvinenko hevði ikki so stóran týdning, at tað var neyðugt at beina fyri honum.
-Eingin her visti nakað um hann, fyrr enn hann var deyður, skriva russisku bløðini. Tey halda harafturímóti, at ríkmaðurin Boris Berezowsky kann hava havt samband við báðar tilburðirnar. Hann býr í Bretlandi og er av argastu mótstøðumonnunum hjá russiska forsetanum. Sambært russisku fjølmiðlunum kann hann hava beint fyri Litvinenko og roynt at gera tað sama við Gajdar fyri at herða mótstøðuna ímóti Putin.










