Ivi um aldurin

Norski FIFA-umboðsmaðurin, Gunnar Martin Kjenner sigur við norska TV2, at ofta er ringt at staðfesta aldurin hjá afrikonskum fótbóltsspælarum. - Hetta hongur saman við, at teir verða ikki skrásettir, tá teir eru føddir. Teir fáa aldurin, tá teir fáa eitt pass. Tá talan er um fótbóltsspælarar, verða teir ofta gjørdir yngri, enn teir í veruleikanum eru. Vanligt er at siga í Afrika, at ein fótbóltsspælari hevur tveir aldrar. Ein veruligan aldur, og so ein fótbóltsaldur.

 

Fyrrverandi ítróttarleiðarin í norsku fótbóltsfeløgunum, Lyn og Frederikstad, Morgan Andersen fortelur, at hann upplivdi mangan, at fleiri afrikanskir fótbóltsspælarar høvdu sama føðingardag, á pappírinum.

 

Ivi er nú sáddur, um nigerianski framherjin hjá Viking Stavanger, Peter Ljeh bert er 31 ára gamal. Ljeh hevur eitt pass, sum vísir, at hann er føddur 28. mars í 1977. Í Stavanger hevur tað verið til umrøðu, um ikki Ljeh er eldri enn tey 31 árini, sum passið vísir.

 

Núverandi venjarin hjá svenska felagnum, Helsingborg IF, Bo Nilsson keypti Peter Ljeh til Malmø FF í 2001. - Tá Peter kom til Malmø góvu vit okkum ikki far um aldurin hjá honum. Men tað er torført at síggja, um ein spælari er 24, 26 ella 28 ár. Sigur Bo Nilsson við norska TV2.