Ein spurningur, sum kjakast varð um á politiska fundinum í Miðlahúsinum mikukvøldið, var støðan hjá koralløkjunum undir Føroyum, sum eru minkað niður í eina helvt seinastu árini sambært leiðaranum á Havlívfrøðiligu Royndarstøðini (Biofar), Jan Sørensen, sum gjørdi vart við gongdina í eini grein í Sosialinum í vikuni.
- Eg haldi, at handan greinin í Sosialinum hevur villleitt bæði orðstýraran og meginpartin av panelinum her.
So bergsøgin var Bjartin Thomsen, valevni hjá Sambandsflokkinum, í spurninginum um friðing av korallrivum undir Føroyum. Bjarti Thomsen starvast til dagligt á Fiskirannsóknarstovuni, har hann granskar í fiskireiðskapi.
Greinin, sum Bjarti sipar til, stóð í Sosialinum týsdagin 8. januar. Í henni ávarar Jan Sørensen um gongdina seinastu árini. Hann skýrir oyðingina av korallrivunum fyri størstu náttúruoyðing í føroyskari søgu.
- Hetta er spískamarið hjá fiskinum. Hvørvur spískamarið, so er eisini vandi fyri, at fiskurin hvørvur, segði Jan Sørensen m.a. í Sosialinum fyrr í vikuni.
Boðskapurin í greinini var, at spísikamarið hjá fiskinum hvørvur, so hvørt sum korallrivini hvørva orsakað av botntroling, men hesum er Bjarti Thomsen als ikki samdur við.
- Um vit taka yvirskriftina fyrst um at spískamarið hjá fiskinum hvørvur, so passar tað ikki. Meginparturin var fiskinum undir Føroyum, toskur, hýsa og upsi, ferðast ikki í hesum økjum at fáa sær føði. Tann vigtigasta føðin har er hjá hvítingsbróðri, svartkjafti og nebbasild, segði Bjarti Thomsen.
Koralløkini avmarkaðan týdning
Síðani bleiv Bjarti Thomsen spurdur, um korallirnar ongan týdning hava fyri øko-skipanina sum heild.
- Jú tær hava týdning, men man kann ikki eingong siga, at yngul hjá fiski livur upp har, tí tað veit man heldur ikki. So hatta er nógv for nógv yvirdrivið, var niðurstøðan hjá Bjarta Thomsen um greinina í Sosialinum, har Jan Sørensen ávaraði um gongdina á korallrivunum. Bjarti Thomsen sáddi eisini iva um serfrøðina hjá leiðaranum av Biofar.
- Vit hava serfrøði aðrastaðni, sum hevur havt játtan til at kanna korallir tey seinastu fimm-seks árini, so okkurt verður gjørt á hesum økinum, segði Bjarti Thomsen, sum ákærdi Biofar fyri at hava slættað stór øki fyri at fáa uppí eina spann av korallum til kanningar, og at her haltaði við hugburðinum.
- Man blæsur nakað upp, sum man heldur vera vigtigt, men eg haldi ikki, at hetta er serliga vigtigt. Meginparturin av fiskiskapinum fyrigongur grynri enn har sum korallirnar eru teknaðar, og har er botnurin slættuður, so at hann er sum ein stór fløta. Hevði eg havt ein lívfrøðing, so hevði eg ikki sett hann at kanna korallir, men heldur sett hann til at kanna, hvussu vit kunnu leggja út kunstig riv fyri at fáa eitt sindur av ójavna í botnin soleiðis at produktiónin í sjónum økist, har trolingin gongur fyri seg. Talan er ikki um kunstigar korallir, men um strukturar í sjónum, har fiskurin kann svimja út og inn, segði Bjarti Thomsen.
Jan Sørensen svarar aftur
Tað er eftir øllum at døma ósemja millum fólk, ið arbeiða á hesum økinum í Føroyum. Í dagsins blað svarar Jan Sørensen aftur í lesarabrævi.
Umframt at spyrja Bjarta Thomsen fleiri beinleiðis spurningar viðvíkjandi koralløkjum sigur Jan Sørensen, at koralløkini eru fjølbroyttastu búøki (habitat), sum hann veit um í føroyskum øki bæði á landi á sjógvi. Av hesi orsøk metir Jan Sørensen, at korallleiðirnar áttu at staðið ovast á listanum yvir varðveitingarverd øki, tá vit tosa um at varðveita einar fjølbroyttar Føroyar. Lesarabrævið hjá Jan Sørensen stendur at lesa á síðu 47 í dagsins Sosiali.
Umhvørvið ovast á breddan
Tað er lítil ivi um, at umhvørvisspurningurin fer at fylla munandi meira í komandi samgonguskjali, enn hann hevur gjørt seinastu árini.
- Tað skal eingin ivi vera um, at vit fara at raðfesta umhvørvið høgt. Hetta vóru tey flestu valevnini á fundinum, sum varð sendur beinleiðis á Rás, samd um.
Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hevði tað mest kollveltandi uppskotið, tá hugsað verður um umsitingarliga økið. Hon skeyt upp, at Føroyar seta á stovn eitt umhvørvisráð burturav. Hetta bæði fyri at signalera, at Føroyar taka umhvørvið seriøst og fyri at stuðla politisku skipanini í hava eitt haldgott grundarlag at byggja sínar avgerðir á.
Hesum var Heðin Zachariasen tó ikki samdur í. Hann vísti á, at stovnsetanin av einum nýggjum ráði ikki var ein trygd fyri, at umhvørvisspurningurin fór at vera raðfestur hægri.