UPPRIT
Fólkaflokkurin bardist við hond og fót fyri at varðveita Jørgin Niclasen í landsstýrinum.
Fyrst var ivi sáddur um kannininga frá kanningarstjóranum, sum løgtingið hevði sett, og tá misálit kortini varð reist, royndi serliga Óli Breckmann at seta spurnartekn við grundarlagið undir misálitinum.
Andstøðan legði misálitið á Jørgin Niclasen fram, tí hon ikki segði seg longur hava álit á landsstýrismanninum. Ongin onnur grundgeving krevst, men í viðmerkingunum varð lagt afturat, at landsstýrismaðurin ikki hevur útint umleggingina av lánum til fjarfiskiflotan á lógligan hátt.
? Hvar stendur tað? spurdu fólkafloksmenn aftur og aftur, men tað gekst striltið at fáa svar.
Miðskeiðis í viðgerðini dróg Óli Breckmanna eitt innanhýsis skjal á Løgmansskrivstovuni fram. Talan var um eitt upprit, sum Marjun Hanusardóttir løgmansstjóri hevði skrivað, eftir at hava umrøtt málið við Rúna Joensen, aðalstjóra í Løgmálaráðnum. Hon skrivar soleiðis í uppritinum:
»Samanumtikið er niðurstøða aðalstjórans henda: Frágreiðing kanningarstjórans gevur ikki grundarlag fyri at meta, um landsstýrismaðurin rættarliga kann ábyrgdast sambært reglunum um ábyrgd landsstýrismanna«.
Sagt verður eisini, at tað er ivasamt, um brot er framt á lógina um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum. Ein meting av hesum er treytað av, hvat grundarlag er brúkt undir tulkingini av lógini.
»Støðan bendir á, at kanningarstjórin hevur lagt størri dent á lógarinnar orð, heldur enn endamálið við lógini, meðan Fiskimálaráðið hevur lagt størri dent á endamálsorðingarnar og viðmerkingarnar til lógina,« er niðurstøðan hjá Rúna Joensen.
Hinvegin er spurningurin, hvussu nógv uppritið, sum er orðað ógvuliga breitt, í grundini sigur. Tí aðalstjórin heldur samstundis onga orsøk vera at finnast at lógartulkingini hjá kanningarstjóranum, sum kom til, at landsstýrsimaðurin fór út um sínar heimildir. Og tískil kann skjalið eins væl brúkast sum grundarlag undir misálitinum.