Ivi reistur um dagtilhaldið á Sandi

– Eg fari á fund við leiðaran mikudagin, og mikudagin fari eg eisini at greiða brúkarunum frá, hvat liggur í uppskotinum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri

- Eg skilji, at bylgjurnar ganga høgar á Sandi í hesum døgum. 

Sands kommuna ætlar, at tilhaldið ikki skal vera kommunalt longur. Sostatt vilja teir ikki gjalda longur enn til mitt í hesum árinum. 



 

Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, løgtingsmaður og formaður í eldrasamstarvinum fyri Sandoyar sýslu.

 

- Hetta er nakað, sum vit onnur, ið ikki eru borgarar á Sandi, ikki hava nakað við at gera. 

Men, samstarvið á eldraøkinum í Sandoynni hevur einki ímóti, at tilhaldið koyrir púra óbroytt víðari, tí peningur stendur á fíggjarlógini fyri 2015.

 

Gerhard Lognberg leggur aftrat, at treytin fyri, at tilhaldið koyrir víðari, er, at hinar bygdirnar hava sama møguleika. 



 

- So, til tykkum eldru, sum ganga í tilhaldinum á Sandi. Tykkara dagligdagur skal verða óbroyttur á tilhaldinum, tí hølini kunnu vit leiga frá Sands kommunu. 

Hetta veit eg, at eg fái meiriluta fyri - ella rættari sagt - vit verða púra samd. 



 

At enda sigur Gerhard Lognberg, formaður í eldrasamstarvinum fyri Sandoyar sýslu, at tilhaldið fer at koyra púra óbroytt í framtíðini! 

 

 

Við www.sandportal.fo í dag sigur borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, at tilhaldið á Sandi verður ikki niðurlagt.

 

- Eg fari á fund við leiðaran fyri tilhaldið mikudagin at greiða frá innkomnum uppskoti, og mikudagin fari eg at greiða brúkarunum (teimum gomlu í tilhaldinum) frá, hvat liggur í hesum uppskoti.

 

Sandoyarportalurin skrivar, at meira fekst 

ikki burtur úr borgarstjóranum um, hvat liggur í sonevnda uppskotinum, men sum Sandoyarportalurin skilir, skal leiðarin fyri dagtilhaldið sigast úr starvi.