Upptakt
Meistararnir fingu einki við av Mølini. Nú tykist uppgávan minni ørandi. VB/Sumba, sum stríðist í botninum, og sum mánadagin legði rygg til stórtap ímóti KÍ, verður gestur í Gundadali.
- Vit taka allar uppgávur í stórum álvara, og tað gera vit sjálvandi eisini, tá ið VB/Sumba er mótstøðuliðið. Í Vági vunnu vit akkurát 2-1, staðfestir Jákup Mikkelsen.
Santos, sum hevur verið framúr á vinstra vongverja, hevur ikki vant saman við hinum. Hann hevur trupulleikar við fótliðnum, men teir vóna, at hann verður tøkur sunnudagin. B36 bíðar framvegis eftir Fróða Benjaminsen, Inga Højsted og Bergi Midjord. Enn røkist einki fyri, at teir vera tøkir.
Í Vági er Evrard Ble við aftur, eftir at hann var skaddur ímóti KÍ. Christian Soelberg var eisini skaddur ímóti KÍ. Tað er ivasamt, um hann verður við í Gundadali, men teir vóna tað besta.
Dan Djurhuus hevur verið liðformaður og fremsti stríðsmaðurin hjá VB/Sumba higartil. Fyrrapartin í dag var stórur ivi um, um liðformaðurin verður við sunnudagin. Jón Krosslá Poulsen er leikbannaður.
Í Vági bíða teir eftir tveimum serbum. Teir koma til Føroya sunnudagin. Annar er verjuspælari, og hin er miðvallari.










