Iversen og Prica í Gundadali

Steffen Iversen og Rade Prica verða millum annað við á liðnum hjá Rosenborg, sum hóskvøldið skal royna at tryggja norska felagnum eitt gott útgangsstøði undan seinna Europe League dystinum móti NSÍ. Erik Hamrén, venjari, hevur tikið hópin út, sum skal til Føroya, og miðvallarin Roar Strand verður ikki við í ferðalagnum.

- Roar Strand, Micke Dorsin og Marek Spara hava tørv á hvíld, og verða eftir í Tróndheimi, sigur Hamrén við RBK.no

 

Hópurin hjá Rosenborg:

Rune Almenning Jarstein, Alexander Lund Hansen, Anthony Annan, Mikael Lustig, Alejandro Lago, Kris Stadsgaard, Per Ciljan Skjelbred, Andreas Nordvik, Alexander Tettey, Trond Olsen, Roy Miller, Vadim Demidov, Kjell Rune Sellin, Rade Prica, Didiér Konan Ya, Dario Zahora og Steffen Iversen.