Íverksetan ovast á breddan

Startup Suðuroy hevur verið um vikuskiftið

Hetta vikuskiftið hevur íverksetan staðið á breddanum á Skúladeplinum í Suðuroy.

 

Íverksetarahúsið hevur um vikuskiftið havt tiltakið Startup Suðuroy.

 

- Við Startup Suðuroy, vilja vit savna framtakshugaðar suðuroyingar úr vinnulívinum, felagsskapum, kommununum og almenninginum, til eitt vikuskifti, har tað verður arbeitt við tí hugskotsríkidømi, sum finst í Suðuroy. Málið er, at stuðla uppundir eina vinnuliga realisering av teimum bestu hugskotunum og avbjóðingunum, sigur Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum.


Nøkur hava eitt hugskot, onnur ynskja íblástur, og aftur onnur hava áhuga fyri íverksetan og vilja vera við til at byggja nakað upp. Fyrr í ár var tiltakið í Vágum, og nú var túrurin komin til suðringar.

 

Byrjað varð fríggjakvøldið klokkan 18.00 við íblástri og hugskotsmenning. Seinni um kvøldið kundu fólk tekna seg til verkstovur, har arbeitt bleiv við lokalum hugskotum og avbjóðingum, frá byrjan til sølu. Tvær verkstovur vóru leygardagin og ein hevur verið fyrr í dag.

 

Endaligu úrslitini verða løgd fram henda seinnapartin.