Nýhugsan og íverksetan er ein partur av teimum førleikum, ið spurt verður eftir, og tí verður áherðsla løgd á at geva næmingunum í føroyska fólkaskúlanum nøkur amboð og nakrar royndir á hesum øki. Tað skrivar Mentamálaráðið, nú samstarvsavtala er gjørd við Íverksetarahúsið.
Í samstarvsavtaluni verður dentur lagdur á, at virkað fyri at menna áhugan hjá næmingum fólkaskúlans í íverksetan og at skipa so fyri, at næmingarnir fáa roynt síni skapandi evni, sítt hugflog og royndir í nýhugsan, har teir bæði fáa høvi til at arbeiða við og leggja fram egin hugskot.
- Tí skulu skúlarnir saman við Íverksetarahúsinum læra næmingarnir at arbeiða við sínum egnu hugskotum, koma við uppskotum og velja burturúr, og síðani arbeiða við hugskotið, hvussu tað verður ment frá tanka til eina lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum, verður millum annað sagt í tíðindaskrivinum.
Íverksetarahúsið hevur drúgvar royndir á hesum øki og hevur seinastu árini hildið skeið fyri lærarum í íverksetan og skipað fyri kappingini SkúlaFM millum skúlar, ið hava 9. og 10. flokk. Finalan í SkúlaFM í ár verður í Skúlanum við Løkin í Runavík 28. februar.










