Ive Hagen er norsk listakvinna, ið arbeiðir innan ymsar greinar. Hon hevur verið nevnd road-listarfólk. Hon hevur ferðast nógv og er hugtikin av tí, ið hon sær á vegnum, lutir, ið liggja eftir, eru blakaðir burtur ella mistir. Hon gevir teimum nýtt lív í nýggjum samanhangi.
Í eini røð av sjáldsomum, útvaldum fotomyndum av kvinnum, á ymsum støðum á lívsleiðini, hevur hon gjørt eitt verk, ið er kent og tó loyndarfult.
Við at fara tætt inn á kvinnurnar, og bert geva eina mynd av hálsi, bringu og flagbrósti, gevur hon eina intima mynd og samstundis eina avpersonaliseraða mynd. Hetta, tí tá fólk hittast, so gongur hetta mest fyri seg, við at eyguni møtast. Hjá Ive Hagen hittir ein mjúkar formar og kvinnilig klæði. Ein spyr seg, hvør er hetta?
Ein verður trýstur at gera tað, ið listin eigur at fáa ein til. At hyggja og uppliva okkurt nýtt.
Framsýningin er opin til 5. juli.