- Eg ivist í, um landsstýrismaðurin hevur sett seg inn í kunngerðina, ið hann sjálvur hevur gjørt.
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, ið er ein av teimum tingmonnum, ið hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning á tingi um tað, ið teir kalla fyri eina dupult afturlatna uppboðssølu, eftir at landsstýrismaðurin í samrøðu við Rás 2 í dag segði, at fyrispurningurin antin var ein misskiljing ella politiskt spinn.
Les eisini: Síggi tað mest sum politiskt spinn
Formaður Fólkafloksins rør eisini uppundir, at einasta orsøkin til, at kunngerðin nú sær dagsins ljós, er tí samgongan er bangin fyri, at eitt uppskot hjá Fólkaflokkinum, ið vil strika uppboðssøluna, verður samtykt.
- Nú ætlar man at gera nakað, ið eingin í vinnuni vil vita av. Landsstýrismaðurin hevur havt tríggjar mánaðar at gera hetta, men hann kemur ikki við uppskoti til kunngerð fyrr enn vit hava lagt uppskot fyri løgtingi um at avtaka uppboðssøluna, sigur Jørgen Niclasen og leggur afturat.
- Tí spyrja vit, um hann ikki kann vísa løgtinginum tað virðing nú, at bíða til løgtingið hevur avgreitt málið. Har sigur hann eftir øllum at døma kortanei. Hann má skunda sær at lýsa kunngerðina, sikkurt tí hann er bangin fyri at okkara uppskot kann verða samtykt á løgtingi og uppboðssølan fjerna.
Les eisini: Undrast á ætlaða dupult afturlatnu uppboðssølu
Hoyr alla samrøðuna við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.