Tíðindaskriv frá sjálvstýrisflokkinum
Sjálvstýrisflokkurin ivast stórliga um tilgongdina í samband við Hoyvíkssáttmálan. Talan eru um sera ørkymlandi framferð, har landsstýrið við løgmanni á odda fyrst kunngerð sáttmála, ið løgtingið ikki hevur havt stórvegis ávirkan á. Síðani tekur ivi seg upp, um hesin sáttmáli skal setast í gildi við løgtingsssamtykt ella við løgtingslóg. Eftir nevndarviðgerð í fleiri mánaðar, ið lítið frættist frá, skulu fleiri lógir broytast í óðum verkum, tí tær møguliga stríða ímóti sáttmálanum. Tað tykist, sum íslendsk áhugamál nú stýra føroyskari lóggávutilgongd, heldur enn at viðgerðin fer fram mál fyri mál, har bæði føroysk og íslendsk sjónarmið verða hoyrd.
Sjálvstýrisflokkurin vil hava fulla greiðu á málinum, áðrenn flokkurin kann samtykkja sáttmálan og tær mongu skundaðu lógarbroytingarnar.
Løgmaður má koma við nøktandi frágreiðing um hesi viðurskifti:
Ósemja um sáttmálan: Er ósemja ímillum Ísland og Føroyar um sáttmálan og hvørjar lógir skulu broytast í londunum báðum?
Loysn á ósemjum: Hví verður møgulig ósemja við Ísland og spurningar um ósamsvar millum sáttmálan og føroyskar lógir ikki løgd fyri felagsnevndina (§ 8) í sáttmálanum) ella ráðið (§ 9) eftir at sáttmálin er samtyktur?
Íslendska mannagongdin: Hvussu hava íslendskir myndugleikar samtykt sáttmálan, og eru íslendskar lógir broyttar samsvarandi sáttmálanum?
Føroysk áhugamál: Hevur landssstýrið tryggjað sær, at føroysk vinnuáhugamál eru hoyrd bæði í samband við føroyskar lógarbroytingar og í samband við íslendskar handilsforðingar, ið kunnu grunda føroysk krøv um íslendskar lógarbroytingar."