Norðurkoreanska hóttanin um at svara USA við "einum havi av eldi" og "túsundfaldari hevnd" skal takast við einum ávísum fyrivarni.
Tað heldur í hvussu er Korea-serfrøðingurin á norðurlendska stovninum í Keypmannahavn, sum granskar viðurskifti í Asia. Geir Helgersen sigur, at orðalagið, sum norðurkoreanar hava nýtt í seinastuni, er rættiliga vanligt bæði í Norður- og Suðurkorea, og at bæði londini ofta nýta tilburðir í søguni ella skaldskapi til slíkar vendingar. Tá hetta so verður týtt til okkurt vesturlendskt mál, fær tað ofta ein heilt annan týdning, sigur Geir Helgersen.
Hann heldur, at teir vestirlendsku fjølmiðlarnir hava dugað sera illa at umrøtt kjarnorkukreppuna millum Norðurkorea og USA. Sjálvur heldur hann, at nógvir fjølmiðlar vestanfyri hava umrøtt kreppuna sum eitt slag av skemti, sjálvt um hon í veruleikanum er fullkomiliga skilaleys, sigur hann.










