Ivast í enn einari roynd

Hóast útvið tveir triðingar av føroyingum vilja loyva samkyndum at gifta seg borgarliga, so er ivasamt um uppskotið verður lagt framaftur. Samgongan hevur læst seg fastan, og vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvørt tað verður til gagns fyri samkynd, siga Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen

- Kanningin er eitt prógv um, at ”stríðið” er vunnið úti millum fólk, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.
- Uppskotið verður lagt framaftur, spurningurin er bara nær, sigur Bjørt Samuelsen.
- Vit mugu taka við í metingina, hvørt tað verður til gagns fyri samkynd, ella bara endar sum fótatraðk, sigur Poul Michelsen.
Teir tríggir løgtinglimirnir eru sannførdir um, at málið um at loyva samkyndum at gifta seg borgarliga verður tikið uppaftur í løgtinginum. Bjørt Samuelsen vísir á týdningin av at lodda politiska landslagið fyrst.
- Tað er umráðandi, at vit koma eitt stig víðari, næstu ferð uppskotið kemur í løgtingið, sigur Bjørt Samuelsen, og Rigmor Dam tekur undir:
- Vit uppskotsstillarar mugu vurdera, nær tað tænir málinum at leggja uppskotið framaftur. Men tað er eingin ivi um, at kemur aftur í tingið.
Hvørki Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen ella Poul Michelsen vil tí seta dato á, nær uppskotið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga kemur aftur í løgtingið.
- Samgongan hevur jú læst seg sjálvan fastan við avtaluni um at slík mál skulu ikki viðgerast í hesum samgonguskeiði. Tann avtalan forðar fyri at løgtingið kann viðgera spurningin opið og erliga, sigur Poul Michelsen.
Meðan óvissa tí er um, hvørt lógaruppskotið verður lagt framaftur í hesum valskeiðnum, so eru uppskotsstillararnir sannførd um, at uppskotið kemur aftur á tingborð eftir eitt løgtingsval.
- Hugburðurin í samfelagnum er, at sjálvandi skulu samkynd hava somu rættindi sum onnur. Tí verður hetta eisini eitt mál eftir eitt komandi løgtingsval, sigur Rigmor Dam.
Løgtingskvinnan aftrar seg tó við at gera júst henda spurningin til part av einum komandi valstríði.
- Spurningurin er, hvørjum tað tænir, sigur hon.
Poul Michelsen er sannførdur um, at spurningurin fær sítt pláss í samband við eitt komandi val:
- Framsókn góðtekur ikki nakra avtalu ella binding um, at slík mál ikki skulu viðgerast, sigur Poul Michelsen.