Ivasom fólkaatkvøða

Zakarias Wang
---------

Í Sosialinum mikudagin tann 11. mai í ár verður sagt í oddagrein, at fólkaatkvøðan í 1946 var demokratiskt sera ivasom.
At fuska við fólkaatkvøðum er sera álvarsligt. Hetta er nakað sum ódemokratiskir valdsharrar plaga at fáast við, og tá spyrst ofta ringt burturúr.
Kunnleikin til fólkaatkvøðuna í 1946 hevur hvørki verið stórur hjá mær ella øðrum, og tí royndi eg at fáa fatur í øllum atkomuligum tilfari um hesa fólkaatkvøðu og legði tað fram í fólkaatkvøðubókini, sum kom út í fjør.
Tey, sum valdið høvdu í Føroyum í 1946 og skipaðu fyri fólkaatkvøðuni, vóru meirilutaflokkarnir í løgtinginum, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, eins og danski amtmaðurin í Føroyum og hansara fyrisiting. Sær til hjálpar høvdu tey valstýri og valnevndir, sum vóru valdar av flokkunum á tingi við lutfalsvali, soleiðis at meirilutin á tingi hevði ræði á hvussu valið fór fram.
Tá Sosialurin nú sigur, at fólkaatkvøðan var demokratiskt ivasom, er tí talan um eina grova ákæru móti Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og amtmanninum.
Hvat byggir blaðið hesa ákæru á?