Ivasom fígging

Fleiri ókendir faktorar eru í fíggingarleistinum, nú Tórshavnar Kommuna hevur keypt bygningarnar hjá BankNordik fyri 91 milliónir krónur.

Tað vísa skjølini, ið útgreina, hvussu Tórshavnar Kommuna ætlar at fíggja keypið.

52 milliónir krónur fella til gjaldingar, longu í ár. Restin, 40 milliónir krónur, fellur til gjaldingar í seinasta lagi í 2017.

Tær 52 milliónirnar ætlar Tórshavnar Kommuna at útvega sær soleiðis:

Avdráttir á 16 milliónir krónur skulu ”umfíggjast”, sum kommunan málber seg. Smáar sjey milliónir krónur, ið upprunaliga skuldu brúkast til Boðanesheimið og umbyggingar á Ellisheiminum, eru tøkar at brúka til keypið. Og sum tað triðja skal býráðið selja bygningar.

Almenningurin fær tó ikki innlit í, hvat kommunan væntar at fáa fyri bygningarnar. Einasta, ið innlit verður latið í, er eitt yvirlit yvir bygningar, sum kunnu seljast næstu árini.

Sølulistin sær soleiðis út:

Jóannesar Paturssonar gøta (sosiala deild)

M.A. Winthers gøta (B&U)

Læknahølini í Jóannesar Pætursonargøtu

Tannlæknastovan í Tórsgøtu

AA-húsið

NSR Tænastan (Frælsið 30)

Arnesminde

Hans Andreasar Hús

Pætursastova

Radioamatørhúsið

Skúlin í Norðadali

Sambært borgarstjóranum væntar kommunan at selja bygningar fyri einar 20 til 30 milliónir krónur.

Restin av pengunum til at fíggja keypið av bygningum frá BankNordik skal setast á íløgukarmin fyri 2014 og 2015.

Vit spurdu Heðin Mortensen, borgarstjóra, um fíggingina av hesi stóru íløgu. Fyrst um fráboðaðu søluna av kommunalum bygningum.

Hoyr samrøðuna við Heðin Mortensen her: