0-0 endaði ársins fyrsti dystur hjá besta liðnum hjá ÍF Føroyum. Mótstøðuliðið var Fremad Valby. Hóast ÍF Føroyar hevði heimavøll eydnaðist teimum ikki at seta seg á dystin, og tað var Fremad Valby, ið hevði teir flestu vandamiklu málmøguleikarnar. Sunvard Joensen í málinum hevði tí úr at gera við at halda málið reint, og tað eydnaðist eisini hjá tí vælleikandi gøtumanninum.
Hetta var samstundis fyrsti dysturin, sum ÍF Føroyar spældi á grasi. Allir venjingardystirnir og sjálv venjingin hava higartil verið á graslíki, har føroysku leikararnir kenna seg meira heima. So tíðliga á árinum eru vallirnir ikki serliga góðir, og hetta darvaði spælinum hjá ÍF Føroyum meir enn Fremad Valby, sum dugdi betur at spæla eftir umstøðunum.
Byrjunaruppstilling:
Sunnvard Joensen ? Kristian Eli Andersen, Rógvi Joensen, Jan Dam (60. Janus Thomsen), Flóvin Þór Næs (55. Eyðstein Simonsen) ? Jan Guttesen, Eyðun Højgaard, Petur Óli Samuelsen - Høgni Hansen (60. Jónleif Johannesen), Finn Mørk, Jørgin Meitilberg
Næsti dystur hjá ÍF Føroyum verður á heimavølli ímóti AIK Frederiksholm tann 8. apríl. Meira er at frætta á heimasíðuni www.fotboltur.dk.