Ivasamur til landsdystin

Hóast gleði um sigurin var stór, so endaði dysturin sunnudagin heldur keðiligt hjá Jákupi á Borg, sum annars spældi ein fínan dyst fyri B36.

Ein langur spurtur endaði við, at Jákup tók seg um høgra lær, og eftir dystin staðfesti hann, at talan væl kann vera um veruligan vøddaskaða.

- Eg merkti í seinna hálvleiki, at eitt ella annað argaði eitt sindur. Og tá eg so tók handan langa túrin, var tað sum um okkurt sprongdist í lærinum. Eg tori ikki at siga nakað longu nú, men eg vóni sjálvandi, at tað ikki er so øgiliga álvarsligt.

- Vit skulu jú møtast við landsliðnum, nú Eysturríkisdysturin er komandi leygardag, og tað er ein uppliving, sum eg vil verða ein partur av. Har eru so eisini tveir fysioterapeutar, og vónandi klára teir at fáa hetta í rættlag. Men eg veit eisini, at er talan um veruligan vøddaskaða, so er nokk ikki tað heilt stóra, sum teir fáa gjørt upp á bara eina lítla viku, segði Jákup á Borg eftir dystin.