Ivasamur landsstýrismaður

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, setir spurnartekin við, um tað er rætt uttan nakað at taka støðu til Kyoto avtaluna. Tað eru fleiri viðurskifti, sum skulu kannast fyrst, heldur hann

Tað er umráðandi at seta spurnartekin við tær ymsu frágreiðingarnar, sum verða kunngjørdar um jarðarhita og tað árin, hann hevur á eitt nú veðurlagið, sigur landsstýrimaðurin við orkumálum, Bjarni Djurholm.
Undir orðaskiftinum á Løgtingi um orkupolitikk, segði Bjarni Djurholm, at hann ivaðist í, um allar tær frágreiðingar, sum gjørdar eru um eitt nú upphiting av Jørðini, skuldu takast so bókstaviliga, sum tær vórðu kunngjørdar.
?Hetta, eg segði, skal standa fyri mína egnu rokning, sigur Bjarni Djurholm. Eg meini, at tað er rætt at vera ivasamur um allar slíkar frágreiðingar og kanna eftir, hvussu grundarlagið, tær eru bygdar á, er haldgott, sigur hann.
Hann vil sum útgangspunkt ikki mæla til at taka undir við Kyoto sáttmálanum. Har eru so øgiliga nógv viðurskifti, vit eiga at kanna og viðgera, áðrenn vit seta hendan sáttmálan í verk, sigur landsstýrismaðurin við orkumálum.

Føroyskt viðurskifti
Bjarni Djurholm leggur dent á, at vit sjálvandi ikki skulu lata sum einki, tá tosað verður um útlát og vakstrarhúsárin, ið stendst av hesum.
Eitt nú er umráðandi at hava skil á útlátinum frá okkara skipaflota og eini møguligari komandi oljuvinnu.
?Vit mugu neyvt vita, hvussu støðan er her, áðrenn vit bara uttan víðari binda okkum til nakra altjóða avtalu, sum vit ikki hava møguleika fyri at kama burtur úr aftur, heldur Bjarni Djurholm.
Hann vísir á, at landsstýrið hevur ein greiðan orkupolitikk, har dentur verður lagur á fara so væl sum gjørligt við umhvørvinum.
?Eg eri fortalari fyri øllum viðurskiftum, sum minka um dálking, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað áliggur okkum at fremja alternativa orkuútbygging, har tað yvirhøvur ber til.
?Vit skulu seta okkum sum mál at verða so lítið heft av orku uttaneftir, sum til ber, og nýta so reina orku, sum vit á nakran hátt kunnu, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.

Møguliga misskiltur
Bjarni Djurholm hevur verið fyri atfinningum, eftir at hann á Løgtingi segði seg ivast í, um allar tær kanningar, sum gjørdar eru av jarðarhitanum, vóru púra eftirfarandi.
?Eg vísti bert til ymsar kanningar, sum ikki vóru so samdar við tær, vit vanliga hoyra, sigur hann. Eitt nú havi eg hugt at, hvussu meðalhitin í Føroyum hevur verið hesi seinastu hálvtannaðhundrað árini, síðan farið varð undir veðurmátingar her. Og tær kannigarnar vísa, at meðalhiti hjá okkum er ikki munandi broyttur, sigur hann.
Tað, sum Bjrnai Djurhol her sipar til, er at tað í lesarabrævi í bløðunum er funnist at, at hann skal hava orðað seg soleiðis í Løgtinginum, at tað kann silljast um, at hann er ósamdur við teimum, sum vísa á, at Jørðin ornar í meira lagi.
?Men soleiðis er ikki, sigur Bjarni Djurholm. Eg vísti bert til nakrar sjónvarpssendingar, sum høvdu verið í eitt nú BBC um hetta evnið. Og eg helt, at vit eiga ikki bara at góðtaka alt, sum sagt verður, men mugu seta spurnartekin við.
?Eg kann bara staðfesta, at tað verður sagt, at Jørðin ornar. Men eg seti spurnartekin við, hvussu nógv, sigur hann.
Og tað er eftir hansara meting ikki tað sama sum at siga, at hon ikki ger tað, og als ikki »úttrykk« fyri at hann er í móti teimum tiltøkum, sum mugu gerast fyri at verja alheims umhvørvið, staðfestir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við orkumálum.