Ivasamt við heimferðini hjá Avalon

Manningin, ið skuldi rógva Avalon aftur til Skotlands, er farin heimaftur.

Tað var í illveðrinum síðsta mánakvøld, at føroysku havrógvararnir umborð á Avalon langt um leingi nomu við føroyska jørð. 


Talan gjørdist um ein drúgvan túr, og avbjóðingarnar vóru nógvar, og var tað serliga keðiligt veður og harður streymur, ið gjørdist ein avbjóðing fyri ferðina. 


Ætlanin hevur alla tíðina verið, at ein bretskt manning skuldi rógva Avalon aftur til Skotlands, og sostatt var túrurin einans komin í helvt, tá Avalon legði at í Gomlurætt. 


Avalon liggur tó framvegis við bryggju í Vágsbotni, tí enn einaferð argar veðrið og harður streymur ferðina hjá havrógvarunum.


In.fo tosaði við Livar Nysted fyrr í morgun fyri at frætta nær heimferðin hjá Avalon byrjar.


- Tað hevur verið so keðiligt veður og harður streymur á leiðini, at tað ikki hevur verið ráðiligt at fara. Tað tykist heldur ikki at broytast næstu tíggju dagarnar, so tað er ivasamt, um heimtúrurin verður til nakað.


Ein bretskt manning var komin til landið, men sambært Livar Nysted, so eru teir flestu longu farnir avstað aftur. 


- Teir flestu í manningini eru longu farnir av landinum, meðan teir báðir síðstu nokk fara fríggjadagin. Um veðrið broytist, so koma teir aftur, men helst verður tað soleiðis, at ein motorur verður settur til bátin, og so verður siglt til Skotlands.