Ivasamt við grindini

Sum skilst, var grindin ikki bara á veg suður eftir, men eisini úteftir, og í løtuni vita menn ikki, hvar grindin er.

Marner Højsted. grindaformaður í Sandoyar sýslu, sum í løtuni er staddur í Húsavík, sigur, at hann hevur havt samband við mann, sum er á báti, ið leitar eftir grundini, sum var sædd út fyri Skálhøvda fyrr í morgun.

 

- Men, í løtuni sæst einki til grindina, sigur hann. 

 

Marner Højsted vísir á, at tað var ein sandbátur, sum boðaði frá grindini, sum tá varð søgd at ferðast suðureftir.

 

Sum skilst, var grindin ikki bara á veg suður eftir, men eisini úteftir, so í løtuni er ivasamt, hvussu verður við grindini.

 

- Eg veit einki meira í løtuni, men frætti, tá ella um okkurt nýtt verður. Báturin, sum eg havi samband við, sær í løtuni onga grind nakrastaðni, sigur Marner Højsted, grindaformaður á Sandi.