Ivasamt við heilsuágóðanum

Tað er ikki vist, at størri avgjald á sukurvørur fer at gagna fólkaheilsuni, sigur formaðurin í Fyribyrgingarráðnum Landsstýrisaamgongan hevur gjørt av at hækka avgjaldið á søtmeti og tubbaki, og ein grundgeving er, at tað fer at bøta um fólkaheilsuna.

Men tað er ikki vist, at tað er so, sigur formaðurin í Fyribyrgingarráðnum, Pál Weihe, við útvarpið hjá Kringvarpinum. Hann heldur tað vera skeivt bert at hækka avgjaldið á sodavatn við sukri, tí sodavatn við eftirgjørdum sukri kann eisini vera heilsuskaðiligt.

Pál Weihe heldur tað eisini vera skeivt at hækka avgjaldið á myrkari sjokulátu, tí hon er gagnlig fyri heilsuna.