Nýggi generaldirektørurin hjá DR, Maria Rørbye Rønn, kom við rættiliga óvæntaðari útsøgn til ein tíðindafund í DR-Bynum. Hon er als ikki vís í, at X-Factor heldur fram. -Mín leiklutur er at skapa eitt savna DR. Eg vil lata besti fakligu fólkini koma framat, tá ið umræður sendingar. Og eg kann ikki lova, at X-Factor heldur fram, sigur hon.
47 ára gamla Maria Rørbye Rønn hevur fingið starvið hjá Kenneth Plummer, sum mátti fara úr starvið í oktobur, tí hann hevði likið trúnaðarupplýsingar um DR í bókini ?Plummer ? summen af kardemommen?.
-Tíðin er komin til at seta fokus á innihald og góðsku, segði nýggi leiðarin.
Tað er heilt avgerandi, at DR fær ein sterkari profil komandi árini. Mín leiklutir verður at tryggja, at DR eiisni fær týdning fyri danskarar í framtíðini, segði hon til tíðindafundin.










