Ivasamt um tað er rætt at skerja tímatalið í donskum

- Tað kann koma okkum aftur um brekku, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.

 

- Tað kann koma okkum aftur um brekku, um vit skerja danskt í­ fólkaskúlanum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

 

 

 

So leingi sum stórur partur av okkara ungfólki fer til Danmarkar at nema sær hægri útbúgving, er tað umráðandi at læra danskt til lí­tar. Tí eiga vit at læra danskt væl og virðiliga í­ fólkaskúlanum. Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags. Danskt tykist tó mangan at vera tað fyrsta nógv hugsa at skerja, tá ið talan er um at taka tímar frá onkrari lærugrein; soleiðis hevur eisini verið, nú fólkaskúlin hevur verið á breddanum­ aðalorðaskifti á ting, skrivar Herálvur Jacobsen.

 

 

 

 

 

Umframt er tað sera hent at duga danskt til lítar í norðurlendskum høpi. Verður frálæran í donskum ein viðfáningur, missa vit tað, og enskt tekur yvir; tað fær avleiðingar fyri, hvussu vit klára okkum í norðurlendskum høpi, og tað fær avleiðingar fyri okkara førleikar at lesa og samskifta á donskum, tá ið vit skulu útbúgva okkum, skrivar formaður Føroya Lærarafelags m.a. víðari í greinini, sum sæst í fullari longd her:

 

 

 

http://lararafelag.fo/ivasamt-um-tað-er-rætt-at-skerja-tímatalið-í-donskum