Aðalskrivarin í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, Joseph Blatter, letur framvegis fótbóltsheimin vera í iva um hansara ætlanir í sambandi við forsetaembætið í FIFA.
Leygardagin sendi europeiska fótbóltssamgongan UEFA eitt skriv til Blatter, har hann fekk tíggju dagar til at stilla upp ella »halda seg burtur«, sum varaforsetin í UEFA Egidius Braun málbar seg.
Europeiska fótbóltssamgongan hevur longu gjørt greitt, at hon stuðlar sínum egna valevni ? svenska UEFA-forsetan Lennart Johansson ? í stríðnum um at taka við eftir brasilska Joao Havelange, sum í juni fer frá eftir at hava sitið 24 ár við róðrið.
Men 82 ára gamli Havelange heldur ikki nógv um Lennart Johansson, og valdmikli FIFA-forsetin hevur eisini longu heitt á Blatter um at stilla upp.
Seinasta almenna freist at stilla upp til valið sum forseti í FIFA er 7. apríl.
Tað er eingin loyna, at tað fyri føroyingar hevði verið frægast, um Johansson fær starvið. Menn sum Franz Beckenbauer ? sum nú hevur kunngjørt, at hann ikki ætlar sær at gerast FIFA-forseti ? hevur talað harðliga ímóti at hava smátjóðirnar við í teimum stóru altjóða fótbóltskappingunum. Hvussu støðan hjá Blatter er í hesum spurninginum, er ikki heilt greitt, men tað er heilt vist, at Lennart Johansson stuðlar teimum smærru londunum og vil hava tey við »millum tey stóru«.