Sambandsfundur
Sørvági: Vit nærkast teirri støðuni, at vit eiga ikki fyri løn til almenna fólkið, væntaði fyrrverandi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Ivan Johannesen.
Hann metti seg kenna støðuna aftur, tá hann varð noyddur at siga frá, at nú var ikki ráð til almennar lønir.
Hann vísti sum dømi, at nú er ikki ráð at hava skip siglandi um Leirvíksfjørð. Tað boðar iki frá góðum, helt hann.
Men tað er ikki alt, segði Ivan Johannesen og legði beint i fiskidagskipanina.
Har er galið, so tað stendur eftir. Skilið er ringt, og tá nýggj tilráðing kemur í heyst, skulu tit vera vís í, at tað skal aftur skerjast. Tí har er eingin sum helst stýring á, segði hann
Hann segði, at tað, sum nú gongur fyri seg, er ikki eftir teirri ætlan, sum løgd varð í viðtøkuna í 1996. Hetta er sum best ber til, og tað fara nógvir at kenna sviðan av, segði Ivan Johannesen.