– Tað er ikki so einfalt at hava legur, um tilmælini skulu haldast. Vit hava avlýst legurnar, og einki er broytt við tí. Men vit vilja kortini kanna møguleikar, sigur Andrias Magnussen, aðalskrivari í Heimamissiónini, sum er rørslan, ið skipar fyri legum í Nesvík.
Eisini í Zarepta eru tey ivandi.
– Vit vilja fegin hava legur, men vit vilja tryggja okkum, at tað, vit gera, er forsvarligt. Tað halda vit okkum til. Vit taka ikki nakran váða, sigur Jákup N. Olsen, sum umboðar høvuðsleiðsluna í Zarepta.
Í gjár heitti Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, á leiðslurnar á báðum legustøðunum, um at skipa fyri legum í summar. Men tað hevur ikki enn fingið leiðslurnar at broytt støðuna, sum tær tóku 20. apríl.
Heitir á legustøðini um at hava legur
Tá skrivaði Zarepta soleiðis:
– Eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum hava vit gjørt av, at ongar legur verða í Zarepta í summar.
##med2##
Og frá leiðsluni í Nesvík varð sagt:
– Eftir at hava ráðført okkum við føroysku koronaráðgevingina, hava dagliga leiðslan, og høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina, gjørt av at fylgja tilmælunum frá koronaráðgevingini. Og tey tilmælini eru, at vit skulu ikki savnast í stórum hópum fyri at forða fyri smittuspjaðing, og sostatt eru summarlegurnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini avlýstar.
Men í samrøðu við in.fo vísti Jenis av Rana á, at støðan er so nógv broytt í samfelagnum, at hann helt, at tað mátti borðið til at havt legur kortini.
– Tá ið talan er um eina legu, er ikki so lætt at halda tilmælini. Vit hava verið í sambandi við koronaráðgevingina fyri ikki so langari tíð síðani, og tey hava framvegis frámælt, at vit hava legur. Tað er ein stór ábyrgd at geva leguleiðarum, um øll tilmælini skulu haldast. Vit ynskja ikki at enda í tí støðu, at onkur verður smittaður á legu hjá okkum, sigur Andrias Magnussen.
– Inntil víðari halda vit okkum til tað, sum vit hava lýst við, at ongar legur vera í summar. Fyri umleið 14 døgum síðani var tilráðingin frá koronaráðgevingini, at vit ikki hava legur. Tað stendur fyribils við, sigur Jákup N. Olsen.