Ivasamt um fólkaskúlin er hin rætti móttakarin

? Tað, sum fyri landsins stovnar er ónýtiligt, kann fólkaskúlin sleppa at arva, sigur Katrin Dahl Jakobsen m.a. í viðmerking sínum til fyrispurning um gamlar teldur

Ólavur í Beiti


Katrin Dahl Jakobsen vil hava at vita í fleiri spurningum frá Signari á Brúnni, landsstýrismanni í skúlamálum, hvønn málsetning landsstýrismaðurin hevur viðvíkjandi kunningartøkni í fólkaskúlanum? Sær landsstýrismaðurin ongan vanda í at gera fólkaskúlan út við gomlum teldum? Væntar landsstýrismaðurin, at kommunurnar verða grammar at keypa nýggja telduútgerð, tá ið skúlarnir hava fingið tær gomlu? Hvønn hugburð hevur landsstýrismaðurin, tá ið tað ræður um kunningartøkni í undirvísing, í mun til tørvin hjá landsins stovnum? Ber ikki landsins stovnum betur til at brúka dagførdu teldurnar heldur enn skúlunum? Er hetta ein liður í almennu sparingunum?


Greiður boðskapur

Í viðmerkingunum til fyrispurningin um gomlu teldurnar, sigur Katrin Dahl Jakobsen, javnaðartingmaður, at í kunningarblaðnum ?Nýrit? frá miðfyrisitingini skrivar Vinnumálastýrið 2. februar, at Vinnumálastýrið/Aðalskrivstovan hevur skotið upp at savna burturlagdar teldur frá øllum stovnum landsins at lata fólkaskúlanum. ?Her er hugsað um teldur, sum ikki longur verða brúktar, tá skift verður út?, stendur at lesa.

? Víðari siga tey, at ?uppskotið var væl móttikið av hinum stýrunum, og aðalstjórarnir hava samtykt at fylgja ráðum Vinnumálastýrisins?. Ætlanin er, at KT-forum skal gera teldurnar nýtiligar og gera eina innsavningarskipan.

? Hetta er greiður boðskapur. Tað, sum fyri landsins stovnar er ónýtiligt, kann fólkaskúlin sleppa at arva. Málið er at hava landsins stovnar á so høgum tøkniligum støði, sum til ber. Men fyri at hetta skal kunna bera til, er neyðugt at finna onkran, sum kann taka við tí burturlagda.


KT-øldin

? Dag og dagliga hoyra vit ? verða bart út mint á ? at vit liva í KT-øldini. So nógv ávirkar hetta okkum, at vit hava tað í huganum, bæði tá ið tað ræður um arbeiði, men ikki minst í undirvísing. Hetta sæst at vit hava tað í huganum, nbæði tá ið tað ræður um arbeiði, men ikki minst í undirvísing. Hetta sæst eisini aftur í flestu undirvísingarætlanum. Vit vilja ikki vera eftirbátar, verður ofta tikið til.

? Nú tað vísir seg, at Vinnumálastýrið og aðalstjórarnir í umsitingini eru teir, sum stinga út í kortið, á hvørjum tøkniligum støði fólkaskúlin kann/skal vera, hevði verið forvitninsligt at fingið málið lýst. Ivaleyst hava aðalstjórarnir í bestu sannføring samtykt at fylgja ráðum Vinnumálastýrisins. Men ikki er víst, at fólkaskúlin er hin rætti móttakarin. Kanska var tað øvugta rættari? Ella, um ætlanin er at styrkja fólkaskúlan, hevði tað so ikki borið til at latið lærarum teldurnar? spyr Katrin Dahl Jakobsen at enda í viðmerkingunum til fyrispurningin.