Ivasamt um breiðbandsinternet loysir seg

Føroya Tele ætlar ikki at leypa fram av, nú íslenska fjarskiftisfyritøkan Lina.net kemur til Føroya at kanna møguleikarnar fyri at veita føroyingum breiðbandsinternet. Tað loysir seg ikki, sigur Føroya Tele, men TeleF, sum hevur verið í sambandi við Lina.net, hevur aðra áskoðan.

 

At íslendska fjarskiftisfyritøkan Lina.net í næstum kemur til Føroya at kanna møguleikan fyri at veita sokallað breiðbandsinternet í Føroyum, fær ikki størsta internetveitaran í landinum, Føroya Tele, upp á afturbeinini.

Føroyski internetveitarin metir tað nevniliga vera lítið sannlíkt, at tað fer at loysa seg hjá íslendsku fjarskiftisfyritøkuni at veita somu loysn í Føroyum, sum fyritøkan júst er farin undir at veita í Reykjavík.

Lina.net hevur farnu tvey árini lagt eitt fiburnet um alt Reykjavík og fer nú undir at bjóða reykjavíkingum at fáa annaðhvørt lagt fiburkaðal inn í stovuna ella at fáa samband við netið ígjøgnum streymkaðal.

Hendan loysnin gevur húsarhaldum møguleika fyri at fáa sera skjótt samband við internetið.


Loysir seg ikki

Í blaðnum í gjár segði stjórin í Lina.net, Eiríkur Bragason, at ein av komandi verkætlanunum hjá fyritøkuni var at kanna, um tað kann loysa seg at veita somu loysn í einum ella fleiri av størru býunum í Føroyum.

Men tað kann tað neyvan, sambært Føroya Tele.

? Vit hava onkuntíð havt tankan frammi um at leggja fiburnet til dømis um allan høvuðsstaðin og geva viðskiftafólkunum beinleiðis atgongd til tað. Men tá vit so hava roknað eitt sindur upp á tað, er tankin lagdur til viks aftur. Tað hevði eftir okkara meting blivið so dýrt, at vit ikki høvdu fingið fólk at keypt tænastuna, sigur Hjallgrím Hentze, tekniskur leiðari á Føroya Tele.


Eygleiða við áhuga

Men Føroya Tele avskrivar tó ikki møguleikan fyri, at støðan kann, og helst einaferð fer, at gerast ein onnur, og hugt verður við áhuga eftir, hvat íslendska fjarskiftisfyritøkan velur at gera í Føroyum.

Størsti føroyski fjarskiftisveitarin hevur tó ongar ætlanir um at fara undir eina kapprenning við Lina.net um at gerast tann fyrsta fyritøkan at bjóða út internetsamband um fiburnet.

? Hatta kann Lina.net sleppa at eiga fyri seg sjálvan fyri fyrst. Um fyritøkan velur at fara til verka í Føroyum, so ætla vit ikki at taka táttin upp eftir henni. Í hvussu er ikki í fyrstu atløgu, sigur tekniski leiðarin á Føroya Tele.


TeleF trýr uppá tað

Billy Hansen, stjóri á fjarskiftisfyritøkuni TeleF, sum um stutta tíð fer at bjóða uppringt internetsamband út, hevur eina aðra áskoðan enn kappingarneytin Føroya Tele.

? Fyri nógvar brúkarar hevur ferðin á internetsambandinum mest at siga, og hesir hava einki ímóti at gjalda tvær ferðir so nógv fyri sambandið, um hetta er tvær ferðir so gott. Tí trúgvi eg at tað er ein marknaður her fyri tí slagi av internetsambandi, sum Lina.net bjóðar í Reykjavík, sigur stjórin á TeleF.

Her hugsar hann fyrst og fremst um fyritøkur av ymsum slag. Fyri privata brúkaran kann prísurin væl gerast ov høgur, ásannar stjórin á nýggju fjarskiftisfyritøkuni.

? Men tá tú hevur lagt ein fiburkaðal út til eina fyritøku, so kemur hann kanska framvið hundrað ella fleiri húsum, og tá nýtist tað ikki at vera so dýrt hjá hesum privatu brúkarunum at knýta seg í netið, sigur Billy Hansen, stjóri á TeleF.


Samstarv við kommunu

Hann sær soleiðis fyri sær eina loysn, har kaðalar fyrst og fremst verða lagdir út til tær fyritøkur, ið ynskja tað, og at teir internetbrúkararnir, ið eru so hepnir at liggja framvið kaðalinum, so fáa møguleika at knýta seg til netið. Harumframt heldur hann at summi íbúðarøkir í landinum eru væl egnað at leggja ein slíkan kaðal út til. Men at leggja fiburkaðal undir allar vegirnar mitt í Havnini til dømis, kann skjótt gerast ein dýr og møtumikil søga, ásannar TeleF stjórin.

? Men í framtíðini fer eftirspurningurin eftir skjótum internetsambandi at vaksa, og tí fylgja vit gongdini við størsta áhuga.

Lina.net er eitt úrslit av samstarvi millum Reykjavíkar kommunu, el-veitaran og eina telefyritøku, og Billy Hansen sær fyri sær at eitt líknandi samstarv í kundi verið ein møguleiki í onkrum av størri býunum her á landi. Á tann hátt kundi arbeiðið at leggja fiburkaðalar verið gjørt bíligari og lættari.

Tekniski leiðarin á Føroya Tele er samdur i at eitt slíkt samstarv kann gera kaðalarbeiðið væl bíligari, og heldur at hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað hevur latið seg gjørt hjá Lina.net at leggja fiburkaðalar um alt Reykjavík so bíliga, sum tað er gjørt.

? Tað verður sagt at tað kostaði 120 milliónir at leggja fiburkaðalar um alt Reykjavík. Tað ljóðar óvanliga bíligt í mínum oyrum, og tað hevði neyvan latið seg gjørt uttan vælvild frá til dømis Reykjavíkar kommunu, sum er ein av eigarunum av Lina.net.

TeleF hevur verið í sambandi við Lina.net, sum í næstum kemur til Føroya at kunna seg um umstøðurnar. Men sambært stjóranum TeleF, er einki formligt samband millum fyritøkurnar.