Ivasamt mál sendi Liverpool í finaluna

Liverpool hevur fyri fyrstu ferð í tjúgu ár spælt seg í finaluna í fremstu evropeisku kappingini. Seinna hálvfinalan varð avgjørd við einum ivasomum máli frá Luis Garcia. Sjónvarpsupptøkurnar vísa ikki greitt, um bólturin var innanfyri

Champions League

Talan bleiv ongantíð um ta stóru fótbóltsupplivingina, tá Chelsea var á vitjan hjá Liverpool á Anfield Road. Liverpool skoraði eftir fýra minuttir og royndi síðani at halda málið reint. Hetta eydnaðist eisini til fulnar, og Chelsea megnaði ikki í tveimum dystum at fáa bóltin í málið.
Hetta ber boð um eina sterka verju, og Liverpool-verjan hevur ferð eftir ferð verið róst til skýggja fyri fleiri framúr avrik í Champions League í ár.

Ivasamt mál
Bert eittans mál avgjørdi hesa hálvfinaluna millum tey bæði ensku liðini Liverpool og Chelsea. Spaniólin Luis Garcia, sum hevur skotið fleiri týdningarmikil mál fyri Liverpool seinastu tíðina, átti seinasta fótin á tí málinum.
Málið kom annars eftir eitt sera væl spælt álop. Riise dróg inn í vøllin úr vinstru og sendi til Gerrard, ið við uttarusíðuni lyfti bóltin uppum verjuna til Baros, sum hevði slitið seg leysan. Baros fekk prika bóltin uppum málverjan og landsmannin Petr Cech, sum samstundis feldi Baros. Bólturin datt fyri føturnar á Garcia, ið sendi bóltin seinasta meturin innum strikuna. Spurningurin var tó, um bólturin var innanfyri, áðrenn Gallas fekk ruddað burtur. Tað helt linjudómarin í øllum førum, og so var 1-0 eftir bert fýra minuttir. Ein annar spurningur er eisini, um Liverpool ikki átti eitt brotsspark, um Garcia ikki skoraði. Hetta halda í øllum førum fleiri eygleiðarar.
Sjónvarpsupptøkurnar vístu heldur ikki greitt, um bólturin var innanfyri. Men møguliga fæst greiði á hesum komandi dagarnar, tá ensku fjølmiðlarnir hava granskað myndirnar nærri.

Chelsea setir seg á dystin
Hetta var sjálvsagt sum at fáa vátan vøtt frammaná hjá nýkrýndu meistarunum úr Chelsea. Seinastu fýra dagarnir hava Chelsea leikararnir verið á tindinum, men týskvøldið fullu teir við einum braki.
Men Chelsea fall ikki í fátt fyri tað og royndi at berja seg innaftur í dystin, sum fyrri hálvleikur leið. Didier Drogba hevði eitt gjøgnumbrot løtu seinni í høgra borði, men ístaðinfyri at skjóta royndi hann at sneiða framvið Carragher, og tað miseydnaðist.
Joe Cole slapp eisini aftur á baklinjuna, eftir at Garcia púra óneyðuga hevði mist bóltin til Lampard í eini vandamiklari støðu. Innleggið hjá Cole gjørdist tó ov høgt.
Chelsea hevði annars ilt við at bróta ígjøgnum verjuna hjá Liverpool, sum hinvegin ikki hevði nakra aðra vandamikla roynd í fyrra hálvleiki.

Vánaligt spæl hjá heimaliðnum
Eftir steðgin var tað framvegis Chelsea, ið hevði initiativið, men tað gekk enn meira striltið við at bróta ígjøgnum.
Tá tjúgu minuttir vóru eftir framdi Mourinho tvær útskiftingar. Út fór Thiago, sum enn einaferð spældi ein vánaligan dyst og var púra anonymur, og inn kom Kezman. Harumframt kom Arjen Robben inn fyri Joe Cole, sum heldur ikki fekk nakað serligt burturúr.
Hetta var kanska heldur seint, og løtu seinni kom stóri týskarin Robert Huth inn fyri Geremi. Verjuleikarin Huth fór síðani í álopið fyri at fáa tyngd í luftspælið.
Liverpool hevði sera lítið at bjóða í seinna hálvleiki, tá vit hugsa um álopspartin. Miðvøllurin megnaði so at siga ongantíð at halda uppá bóltin, sum ein kann vænta av einum hálvfinalisti í Champions League. Bert Riise royndi at gera eitt sindur um seg á vinstra vongi, men hann var mangan ov einsamallur til at fáa nakað burturúr.
Hetta gjørdi uppgávuna hjá verjuni enn tyngri, men hon megnaði hóast alt at halda Drogba og hinum frá fatinum.
Eftir dystin segði Mourinho í sínum serliga stíli, at betra liðið tapti hendan dagin. Men hann legði afturat, at hann vónaði, at Liverpool vann finaluna í Istanbul.

Svøvnleysar nætur hjá Gudjohnsen
Móti endanum av dystinum var tað hinvegin Liverpool, sum endiliga fekk sett nøkur álop í verk. Hetta komst av, at Chelsea sendi alt fleiri fólk niðan á vøllin og hugsaði minni um verjupartin.
Cissé, ið var komin á vøllin fyri Baros, fekk gott pláss, men hann megnaði ikki at gera sær dælt av hesum.
Ta einu ferðina fekk hann ein gyltan møguleika, tá hann fangaði eina afturlegging frá Gallas, men Cissé sendi beint í føvningin hjá Cech.
Dómarin legði seks minuttir afturat. Tveir áskoðarar runnu inn á vøllin undir dystinum, og tað gjørdi óivað sítt til, at so nógv varð lagt afturat.
Og í allarsíðsta minutti fekk Chelsea tann møguleikan, teir høvdu bíðað eftir allan dystin. Eftir eitt innlegg úr vinstru datt bólturin datt fyri føturnar á Gudjohnsen við handaru stong. Hann fekk tíð at temja bóltin og langa til, men ólukkutíð fyri Chelsea fór bólturin dygst framvið stongini. Ein gyltur møguleiki, ið skuldi givið mál.
Rafael Benitez vann UEFA Cup við Valencia í fjør, og nú hevur hann møguleika at gera tað eitt hakk betri og vinna Champions League.
Benitez metti, at Liverpool hevði uppiborið sigurin eftir eitt fantastiskt avrik í verjuni. Liverpool hevur einki mál latið inn í trimum teimum seinastu dystunum í Champions League, og tað boðar frá eini stabilari verjuketu við Finnan, Carragher, Hyypia og Traoré.
Finalan verður allarhelst ímóti AC Milan tann 25. mai á Atatürk Stadion í Istanbul. Fýra ferðir áður hevur Liverpool staðið ovast á sigurspallinum við steypinum við teimum stóru oyrunum. Tað var í 1977, 1978, 1981, 1984.

fakta um dystin
Champions League, 2. hálvfinala:
Liverpool ? Chelsea 1-0 (1-0)
1-0: Sanz Luis Garcia, 4
Liverpool vinnur 1-0 samanlagt