Tær smáu kommunurnar í Norðoyggjum fara neyvan allar at atkvøða fyri samanlegging við Klaksvíkar kommunu.
Á fólkaatkvøðuni í Norðoyggjum í morgin snýr seg um, hvussu norðoyingar svara, um teir vilja hava allar Norðoyggjar lagdar saman í eina kommunu ella ei.
Klaksvíkar kommuna hevur í fleiri ár dyrgt eftir slíkari samanlegging, men ikki er vist, at smáu kommunurnar eru sinnaðar fyri samanlegging.
Trupult er at lodda dýpið í Hvannasundi og á Viðareiði. Kommunustýrini hava ikki nakað tilmæli. Tey vilja hava borgararnar sjálvar at tala.
Viðareiði hevur áður verið ímóti samanlegging, og á fólkaatkvøðuni í Hvannasundi um samanlegging við Klaksvík fyri nøkrum árum síðan, var svarið blankt nei.
Í Kunoyar kommunu verður svarið væntandi nei.
Húsa kommuna hevur áður havt samráðingarfundir við Klaksvíkar kommunu.
Meginparturin av fuglingunum fer væntandi at siga nei, tí skattaprosentið í Fugloy er bara 16, og haraftrat liggur Fugloy so langt burtur frá Klaksvík.