Ivasamt brotsspark kostaði

U19: Føroyingar spældu ein góðan dyst, men høvdu ikki neyðugt viðrák í Hvítarusslandi

Fótbóltur

 

- Tað kendist ótrúliga svárt at síggja okkara dreingir tapa dystin. Tað høvdu teir ikki uppiborið, tí teir spældu ein fínan dyst við fleiri góðum málmøguleikum.

Soleiðis sigur Karl Vidtfeldt, FSF-starvsnevndarlimur, og ferðaleiðari hjá U19 dreingjunum, sum eru til EM undankapping í Hvítarusslandi.

Í dag spældi føroyska liðið tann triðja og seinasta dystin á túrinum, og hann endaði 1-0 til vertirnar úr Hvítarusslandi.

Karl Vidtfeldt ásannar, at hvítarussiski sigurin ikki var uppiborin.

- Vit áttu eitt fríspark beint framman fyri teirra brotssteig, og málmaðurin átti eftir okkara tykki at verið útvístur fyri at støðga ein av okkara leikarum. Ístaðin fara hinir í mótálop, og fáa brotsspark, hóast teirra maður varð støðgaður uttan fyri okkara brotssteig. So okkara dreingir vóru rættiliga uppøstir inn á dómaran.

Karl Vidtfeldt greiðir frá, at tað skuldi eitt sindur til at sissa føroyingarnar aftur. Føroyski ferðaleiðarin heldur eisini, at avgerðirnar hjá dómaranum vóru truplar at skilja.

Hvítarussar vunnu sostatt dystin 1-0 upp á brotssparkið, sum teir fingu í øðrum hálvleiki.

Úrslitið fekk tó ikki ávirkan á hvat land kom víðari úr bólkinum, tí Sveis púra óvæntað vann 2-0 á Spania, sum longu hevði tryggjað sær víðari luttøku.