- Spurningurin um kommunusamanleggingar er fløkjasligur og eru borgararnir í Eysturkommunu ymiskir á máli um, hvør ella um nøkur samanlegging er tann rætta. Hetta kemur fram í eini stórari trivnaðarkanning í Eysturkommunu. Hetta og nógv annað sleppa borgararnir at hoyra um mánakvøldið hin 6. februar klokkan 19, tá borgarafundur verður í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Tað sigur Eysturkommuna í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at Lóður vegna Eysturkommunu gjørdi eina stóra trivnaðarkanning millum borgararnar í kommununi í novembur 2011.
- Tað hevur stóran týdning fyri tey, ið mynda kommununa, at borgararnir eisini sleppa at síggja og hoyra um úrslitni. Tí verður skipað fyri hesum borgarafundi, sigur kommunan.
Umboð fyri Lóður fara at leggja úrslitini frá kanningini fram, og borgarstjórin kemur eisini at hava eina framløgu. Jón Eliasen úr Leirvík og Elinborg Pálsdóttir úr Gøtu fara at undirhalda við tónleiki.
- Fyri okkum, sum dagliga mynda Eysturkommunu, hevur tað stóran týdning at vita, hvørja áskoðan og støðu borgararnir í kommununi hava til alskyns viðurskiftir. Tí avgjørdu vit at gera eina kanning fyri at greina nærri, hvør fatanin hjá borgarunum í kommununi er til tær tænastur, sum kommunan veitir og ikki minst til spurningin um kommunusamanleggingar, sigur Eysturkommuna.
Lagt verður aftrat, at umrødda kanning vísir, at borgarin er sera væl nøgdur við tær grundleggjandi tænasturnar, sum kommunan veitir. Tó eru fleiri viðurskfitir, sum borgarin metir, at kommunan skal gera betri.
- Tað verða eitt nú hesi viðurskifti, ið kunnað eisini verður um á borgarafundinum, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Hann sigur, at talan er um eina kanning, ið gevur nakrar ábendingar og lýsir ymiskar samanhangir. Kanningin skal brúkast sum grundarlag fyri arbeiðnum í sambandi við tær nógvu avbjóðingar, ið liggja fyri framman.
- Síðani Eysturkommuna varð stovnsett, hava vit merkt, at fjarðstøðan millum kommunu og borgara er økt í mun til tað, hon var fyri samanleggingina. Hetta vil kommunan fegin broyta og eru tílíkar kanningar við boragarafundum eitt gott høvi til tað, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri.










