Ivasamar metingar tí verkfall hóttir

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey í dag, at teirra metingar fyri næstu viku eru ivasamar, tí ein hóttan er um verkfall.

Í dag eru bara fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og tey koma helst øll inn at landa síðst næstu viku. Trý pør fiska gulllaks og eru soleiðis burtur úr upsaveiðini, meðan gulllaksavertíðin er.

 

Allir djúpvatnstrolararnir og allir trolbátarnir lógu við bryggju í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku.

 

Í løtuni er ikki greitt, um trolbátarnir fara út aftur nú - ella, um teir bíða eftir, at landleiðin letur upp í næstum.

 

Væntandi landa øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, í næstu viku. Eitt skip hevur lagt, og teir eru farnir at pussa upp, nú summarið stundar til.

 

Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at metingin fyri næstu viku er ivasom, tí ein hóttan er um verkfall.