Ivar Nørgaard, sum ein av teimum fremstu politikarunum í Danmark í seinnu helvt av síðstu øld, doyði í gjárkvøldið. Ivar Nørgaard var fólkatingsmaður fyri sosialdemokratarnar frá 1966 til 1994.
Ivar Nørgaard røkti eisini fleiri ráðharrastørv, og hann var ráðharri í tilsamans 13 ár. Tann fyrsta ráðharrasessin fekk hann í 1965, tá Jens Otto Krag valdi hann til búskaparráðharra. Seinni bleiv hann ráðharri í evropeiskum viðurskiftum, handilsmálum og umhvørvismálum, og í fleiri umførum umsat hann tvey málsøki.
Ivar Nørgaard var 89 ára gamal, nú hann doyði.