Ivan verður á miðvøllinum

Niðri í Montenegro er tað nú greitt, at tað sammett við síðsta fríggjakvøld, tá ið úrslitið á heimavølli var 2-2 ímóti Rumenia, bara verður ein broyting á føroyska U-21 landsliðnum. Einasti nýggi maður millum teir fyrstu ellivu, sum skulu royna seg ímóti Montenegro, er KÍ miðvallarin Ivan Joensen. Hann verður á miðvøllinum í staðin fyri TB liðformannin Rógva Joensen, sum undan fráferðini gav avboð av persónligum orsøkum.

 

Heðin Askham og Bill Jacobsen hava eftir døgurða hildið fund saman við spælarunum, og nú er avrátt, hvussu tað skal farast fram í kvøld:

-Vit gera, sum vit plaga at gera. Tað vil siga, at fyrra partin av 1. hálvleiki fara vit at leggja nógv fyri í álopspartinum. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at laga seg. Annars fara vit at dúva nógv upp á deypbóltsstøðurnar, sum vit rokna at vera besta vápnið hjá okkum. Her niðri verður sagt, at hetta liðið hjá Montenegro als ikki hevur sína styrki í deyðbóltsstøðum. Men teir hava so nógvar aðrar styrkir. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at laga seg. Her verður roknað við tryggum heimasigri, og tað ger útgangsstøðuna ikki verri hjá okkum, sigur Bill Jacobsen úr Montenegro.

 

Fyrsta bríkslið á Podgorice leikvøllinum í Podgorice verður klokkan 19.30.