07 Vestur boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við serbiska Ivan Stojkovic, sum seinastu mongu árini hevur vart málið hjá TB.
Ivan Stojkovic kom til Føroyar í 2007, og hevur samanlagt leikt 250 dystir fyri besta liðið hjá TB.
Hetta er annar leikarin sum 07 Vestur heintar frá TB, tí fyri stuttari tíð síðani boðaði felagið frá, at tað eisini hevur gjørt avtalu við fyrrverandi TB leikaran, Martin Tausen.
Lítið man vera at ivast í, at 07 Vestur í komandi kappingarárið ætlar sær uppflyting í Effo-deildina.