Ivan Johansen Bilar hava rustviðgjørt bilar í eini 30 ár, teir hava tí hollar royndir á hesum øki. Tað vísir seg, at tá tíðirnar blíva verri koma fleiri bilar til rustviðgerð fyri at fáa teir at halda longri
Hóast bilverksmiðjurnar geva fleiri ára rustgaranti, er tað bert garanti fyri gjøgnumtering innanífrá. Tað vil siga, at plátulutirnir á bilinum skulu vera tardir hol, áðrenn garantiið dekkar.
Fyri ikki at fáa trupulleikar við rusti, verður mælt til at rustviðgera bilin so skjótt sum gjørligt ? tað er tó sjáldan ov seint og ongantíð ov tíðliga
Í 2003 vóru 404 bilar Dinitrol-rustviðgjørdir hjá Ivan Johansen Bilum, harav vórðu 92 bilar viðgjørdir tríggir teir fyrstu mánaðirnar. Tríggir teir fyrstu mánaðirnar í ár eru 115 bilar rustviðgjørdir, so talið er vaksandi. Málið fyri 2004 er 500 rustviðgerðir.