Ivan Joensen vann íløguspælið

Á móttøku í Miðlahúsinum í gjár vórðu teir tríggir høvuðsvinningarnir í Íløguspælinum hjá Eik og Sosialinum lætnir. Høvuðsvinningin upp á 50.000 kr fekk Ivan Joensen í Klaksvík, sum hevði fingið 260% avkast í íløguspælinum

Hann megnaði at fáa eina millión krónur at vaksa til 3,6 mió. krónur eftir góðum trimum mánaðum. Hetta hóast marknaðirnir eru falnir óvanliga nógv seinastu nógvu vikurnar. Men vinningin á 50.000 krónur ætlar hann brúka til veruligar íløgur.

Tað var Sverri Justinussen, leiðari á Eik Markets, sum avdúkaði vinnararnar.

- Hvør skuldi trúð, at tað kryptiska dulnevni ?navijoe?, sum besti spælarin kallaði seg í Íløguspælinum, var ein viðvending av fornavninum Ivan, og so tríggir teir fyrstu bókstavirnir í eftirnavninum Joensen. Genialt ? eins og avrikið hjá ?navijoe? í Íløguspælinum, segði Sverri Justinussen.

62 ára gamli Ivan Joensen hevði gjørt sær veruligan ómak fyri at vinna upp á partabrøvini í íløguspælinum.

- Eg havi fylgt væl við, tá roknskapirnir eru komnir út, og havi hildið upp á tey røttu feløgini. Eg havi altíð kannað marknaðin um morgunin og tikið avgerðir út frá støðuni tá, og síðani kannað aftur um kvøldið, segði Ivan Joensen.

Vinnararnir av íløguspælinum hjá Eik og Sosialinum vóru:

1. Ivan Joensen, navijoe, 3.596.843 kr, 260% avkast

2. Ragnar Zachariassen, Raggyboy, 1.645.240, 65%

3. Páll Olsen, Stavnur, 1.610.009 kr, 61%

Meira verður at lesa um tiltakið í Sosialinum í da