Ivan hugleiðir um Utopia

Í ár eru liðin 500 ár síðani sir Thomas More gav út bókina ”Utopia".


Í hesum sambandið hevur Føroya Fólkaháskúli heitt á Ivan Hentze Niclasen, søgufrøðing, um at koma og halda ein mánakvøldsfyrilestur.


Hóast ”Utopia”, sum kom út í 1516, neyvan er heimsins vandamiklasta bók, so hava tráanir eftir tí utopiska samfelagnum kortini elvt til miklar og álvarsligar rembingar - ikki minst í 20 øld - sum hava ávirkað lagnuna hjá miljónum av menniskjum.


Ivan Hentze Niclasen tosar í hesum fyrilestrinum m.a. um, hvat ið eyðkennir ta utopisku verkætlanina.


Fyrilesturin verður í Miðstovuni á Føroya Fólkaháskúla, mánakvøldið 18.apríl. kl.19.30.