Serbiski málverjin hjá TB, Ivan Stojkovic ásannar, at TB fekk eitt heppið útjavnandi mál, tá Meinhardt Joensen í KÍ-málinum gloymdi at samskifta við Sørmund Kalsø, sum skallaði bóltin í egið mál.
Ivan heldur tó, at TB hevði javnleikin uppibornan í dystinum ímóti KÍ í dag. Ivan er heilt væl foreintur við avrikið hjá TB higartil í ár, men hann ásannar, at 11 javnleikir er eitt sjáldsama høgt tal. Sjálvur hevur hann vart málið hjá TB allar 21 dystirnar higartil í effodeildini.