Ivan er av Tvøroyri, sonur Oliviu og Hákun Carlson.
Hann er útbúgvin svakstreymsverkfrøðingur og arbeiddi á eini Loranstøð í Grønlandi í nøkur ár.
Hann kom til Loranstøðina á Eiði í 1983, og tá leiðaraskifti seinni fór fram har, bleiv Ivan settur sum leiðari av støðini. Seinni tá leiðarin fyri allar vitarnar í Føroyum, Leon Heinesen, fór frá fyri aldur, bleiv Ivan eisini settur sum leiðari fyri vitarnar.
Manningin á Loranstøðini eru í starvi hjá Farvandsvæsenet í Danmark.
Ivan er giftur við Alice, sum er donsk, tey tey búgva á Eiði og eiga fýra synir: Asbjørn, Birgir, Christian og David