Mánadagin 4. februar letur Waag & Company upp í nýggjum og og stásiligum hølum við Hoyvíksvegin, har sum Ivan Bilar helt til áður.
Vit gleða okkum til at bjóða øllum inn í nýggju og nýmótans hølini, sum vit fara at sýna alment fram fríggjadagin 8. februar, sigur Pauli Waag, stjóri í Waag & Company, sum umboðar bilmerkini Citroën, Mercedes-Benz og Mitsubishi.









