Ivamál um Ronaldo í El Clásico

Ronaldo hevur ikki vant hesa vikuna, og í ovurmorgin spælir Real Madrid ímóti Barcelona.

Fótbóltsfjepparar fáa gott undirhald lítla jólaaftan, tá ið tvey tey størstu feløgini í sponskum fótbólti, FC Barcelona og Real Madrid, bresta saman í tí eyðkenda El Clásico. Dysturin verður spældur 23. desembur kl.12.00 føroyska tíð.


Tað er komið illa við hjá Real Madrid, at Cristiano Ronaldo ikki hevur vant við hesa vikuna. Hann hevur fingið ein smærri skaða eftir HM í liðfótbólti, sum Real Madrid vann, og portugisiska stjørnan vandi í dag fyri seg sjálvan.


Cristiano Ronaldo gjørdist sigursharri í 1-0-sigrinum ímóti Gremio í finaluni í HM fyri lið. Hann hevur tó fingið ein smærri skaða í tjúkkan, sum nú hevur við sær, at hann verður mettur at vera ivasamur til El Clásico í ovurmorgin.


Guillem Balague, ið er serfrøðingur hjá Sky Sports í sponskum fótbólti, sigur seg tó vænta, at Ronaldo verður við frá byrjan. Hann heldur einasta ivamálið vera um hvør skal spæla við síðuna av Ronaldo og Benzema – um tað verður Isco ella Gareth Bale.