Ivamál um niðurflyting

Sóljan er niðast á stigatalvuni fyri bestu kvinnudeildina, men HSF sigur, at Tjaldur skal flyta niður. Hetta hava tey Tjaldrinum ongan hug at góðtaka, og líkt er til, at hetta verður eitt mál, har nógvar fløkjur skulu greiðast, áðrenn ein endalig loysn verður funnin


 

Niðurflyting


Aloftast verður sagt, at sannleikin stendur skrivaður á stigatalvuni, tá eitt kappingarár er lokið, men soleiðis tykist kortini ikki at vera í ár. Ivamál er nevnliga um, hvørt stigatalvan fyri bestu kvinnudeildina í hondbólti sýnir veruligu støðuna.

Har stendur annars, at Tjaldur og Sóljan eru ájøvn í stigum, men tá Tjaldur hevur ein munandi betri málmun, skuldi alt verið leyst og liðugt fyri teirra viðkomandi. Soleiðis er støðan tó ikki, tí ein skrivaraborðsavgerð hjá HSF tykist nú hava við sær, at Tjaldur í løtuni er at meta sum niðurflytari.


Møttu ikki í Vági

Støðan er íkomin, tí Tjaldur ikki møtti til útidystin móti VB í grundspælinum, og sambært reglunum hjá Hondbóltssambandinum hevur hetta við sær, at tær nú noyðast úr deildini.

Jógvan Martin Mørk, kappingarstjóri hjá HSF, sigur í stuttari viðmerking, at avgerðin er tikin í tráð við reglunar hjá HSF.

- Har er ásett, at tá lið standa jøvn í stigum, er tað málmunurin, sum er avgerandi. Tó stendur í grein 7.7 í kappingarreglunum, at um so er, at lið verður dømt at tapa dyst, vegna væntandi uppmøting ella við eitt nú nýtslu av ólógligum leikara, skal liðið beina leið úr deildini.

- Støðan er tann, at Tjaldur ikki møtti til dystin í Vági, og tí eiga tær at víkja fyri Sóljuni á stigatalvuni, sigur Jógvan Martin.

Sostatt skuldi ein hildið, at alt var leyst og liðugt, men so er tó ikki ? Langt ífrá.


Ongan tíð fingið boðini

Í Runavíkini eru tey nevnliga als ikki nøgd við avgerðina hjá HSF í málinum.

Eitt er, at tey í Runavíkini hava nýtt einar 300tkr. at knýta leikarar at felagnum, og at talan ætlandi verður um eina líknandi upphædd fyri komandi kappingarár. Felagið hevur gjørt sáttmálar við venjaran, Zoran Sarcevic umframt tær tríggjar útlendsku spælararnar, Jelena Jevtic, Melitza Ergic og Vesna Tomajek, og tí er tað einki minni enn ein katastrofa fyri felagið, um tær komandi árið skulu spæla í næst bestu deildini.

Nakað annað er so tað, at runavíkingar als ikki siga seg kunna góðtaka handfaringina hjá HSF í málinum.

Rúni Joensen, sum er við í bólkinum, sum tekur sær av hondbóltinum á eystara armi á Skálafirðinum, sigur við Sosialin, at størsti trupulleikin er, at tey ongan tíð hava fingið at vita frá HSF, at tær kundu flyta niður á hendan hátt.

- Tann dysturin, sum alt snýr seg um, var tá vit í grundspælinum skuldu til Vágs at spæla. Veðrið var so avgjørt ikki nakað serligt, og tí ringdu vit til formannin í HSF, Petur Ova Petersen, og spurdu hann, um tað var gjørligt at sleppa undan ferðini. Hann svaraði okkum nakað soleiðis: »Vit hava ongan dómara fingið at døma dystin, so tað ger einki, um tit ikki fara suður. Eg helt, at tit longu vóru farin, men tíbetur er tað ikki so«.

- Seinni um dagin ringdu tey frá VB, og spurdu, hví vit ikki vóru har suðuri, tá dysturin skuldi spælast. Tá vit førdu fram, at eingin dómari kortini var tøkur, fingu vit at vita, at tey høvdu skaffa dómarar av Tvøroyri til dystin, men hetta kundu vit tó als ikki góðtaka. Í øllum førum ikki, tá vit ikki á nakran hátt vórðu eftirspurd í málinum.

- Nakað eftir hetta stóð brádliga at lesa í bløðunum, at vit vóru dømd at tapa dystin, og tað halda vit vera ógvuliga løgið. Ikki minst, tá vit als ikki høvdu fingið boð um, at vit taptu dystin, um vit ikki fóru suður. Høvdu vit vita av tí, vóru vit sjálvsagt farin avstað, sigur Rúni.

Víðari sigur hann, at tey at byrja við ikki gjørdu so nógv við hetta. Tey høvdu so avgjørt ikki roknað við, at ein støða sum hendan fór at taka seg upp, men at tey sjálvandi reagera, nú støðan er vorðin, sum hon er.


Innanhýsis trupulleiki hjá HSF

Um so er, at tey í Tjaldri hava grein í sínum máli, so tykist hetta mest av øllum at vera ein innanhýsis trupulleiki hjá HSF.

Í Tjaldri siga tey seg nevnliga hava verið í góðari trúgv, tá formaðurin í HSF segði við tey, at tey ikki noyddust at fara til Suðuroyar.

- Vit gingu út frá, at hetta var nóg mikið, men nú verður sagt, at vit skuldu havt boðað formanninum í kappingarnevndini frá hesum, men tað fingu vit so ikki at vita tá, sigur Rúni.

- Vit hava ongan tíð fingið nøkur skrivlig boð frá sambandinum um, at vit hava tapt dystin uttan at spæla, og eisini hetta halda vit vera ov galið. Eisini her sær út til, at HSF ikki hevur gjørt sína skyldu.


VB fingið bóltin

Í eini roynd at greiða málið, hevur HSF so boðað Tjaldrinum frá, at um VB einki hevði ímóti tí, so kundu tær spæla dystin í hesi vikuni, men hesum hevur VB noktað, sigur Rúni.

- Eftir stigatalvuni at døma, er eingin ivi um, hvat lið er niðast. Vit eru 43 mál framman fyri Sóljuna, so har er eingin ivi. Nú skal tað knappliga verða VB, sum skal gera av, hvat lið skal niður í aðru deild, og tað líkist ongum. Hatta er eitt mál, sum HSF má avgreiða.

Rúni Joensen sigur at enda, at tað neyvan er sannlíkt, at ein endi fæst á hesum málinum í bræði. Hann vísir á, at tey so avgjørt ikki at ætla sær at sleppa málinum uttan víðari. Um neyðugt verður tað koyrt allan vegin til dómsnevndina, eru boðini frá Tjaldrinum.

Hinvegin er lítið at ivast í, at um HSF gevur Tjaldrinum viðhald, so hevur sambandið fingið ein nýggjan trupulleika at dragast við.

Tá er lítið at ivast í, at ónøgd verður at síggja frá Sóljuni, so alt í alt er als ikki sannlíkt, at málið er liðugt enn á sinni.