Ivaleyst oddalið

Stjørnan styrkti um oddastøðuna, tá tær vunnu sera trygt í Vestmanna

Hondbóltur

 

Har var eingin ivi, tá oddaliðið úr Stjørnuni var á vitjan hjá VÍF sunnudagin. Frá byrjan vístu gestirnir seg sum sterkara liðið, og VÍF hevði sera ilt við at gera nakað sum helst við meistararnar. Fyrsta korterið megnaðu tær gulu tó so dánt at fylgja við, men so skrædnaði av álvara. VÍF vann seinasta korterið av fyrra hálvleiki við 8-1, og so var munurin vorðin somikið stórur, at spenningurin var fullkomuliga horvin.

Seinastu 30 minuttirnir gjørdust tí meira ella minni ein avgreiðsluspurningur hjá gestunum, sum als ongar trupulleikar høvdu við at halda fast um fjarstøðuna.

Sigurin ber við sær, at Stjørnan styrkti um sína støðu í oddinum, tó at Neistin í løtuni hevur tveir dystir tilgóðar, og soleiðis kann koma ájavnt Stjørnuni í stigum.

VÍF er saman við Kyndli og StÍF á niðastu sessunum í deildini.

 

Fakta um dystin

VÍF-Stjørnan 19-28 (5-16)

Málskjúttar

VÍF: Ioana Rapa 7, Rannvá á Rógvi 3, Lillian Djurhuus 3, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Heidi Joensen 2, Marita Johansen 1, Fríða Marjunardóttir 1

Stjørnan: Simona Petersen 12(4), Joan Midjord Djordjevic 5, Durita Christophersen 4, Hanna Mikkelsen 2, Anna Kristina Samson 2, Ella Petersen 1, Edith Hansen 1, Una Olsen 1

Brotskøst: VÍF 2, Sjtørnan 5

Útvísingar: VÍF 6, Stjørnan 4

Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen