Ymsastaðni í heimi hava tey ymiskar jólasiðir, og í Katalonia í Spania má sigast at vera ein tann løgnasti jólasiðurin í heiminum.
Tio de nadal er ein lítil trækubbi, jólakubbin, ið skal leggjast við eldstaðin. Kubbin er ofta holaður út, og hóast hann fyrr í tíðini bert sá út sum ein vanligur trækubbi, er í dag ikki óvanligt, at kubbin fær eygu, oyru, munn, bein og annað.
Jólakubbin skal hava tað gott upp undir jól, og tí skulu børnini geva honum at eta í 14 dagar upp til jóla. Maturin er fyri tað mesta nøtur og frukt, og eisini skal jólakubbin ballast inn í teppi, so hann hevur tað heitt og fjálgt við eldstaðin.
Tá komið verður til jóla, er tíðin komin, at kubbin gevur børnunum nakað aftur. Og tað ger hann við at kukka.
Ja, jólakubbin skal kukka gávur til børnini.
Fyri at fáa jólakubban at kukka, skulu børnini buka jólakubban við pinnum, meðan tey syngja fyri honum, at kukkar hann ikki nógv, so buka tey kubban við pinnunum.
Tað er ein gáta, hví hesin jólasiður iki hevur fingið fastatøkur um okkara leiðir.
<iframe width="640" height="480" src="https://www.youtube.com/embed/dB_N7-HXTlI" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; clipboard-write; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>